Effodeildin: Súni Olsen kundi í dag fegnast um enn eitt gott frísparksmál: - eg vann mær eitt frísparksmál uttanfyri brotsteigin hjá 07 Vestur. Tá tað liggur so nær málinum, so sleppur eingin annar at nerta við bóltin. Tað var bara eitt at gera, og tað var at seta bóltin í málið. Tað eydnaðist so, sjálvt um bóltarnir á tí svarta undirlagnum í Sørvági eru heldur tungir, segði Súni Olsen eitt sindur skemtandi við Rás2 fyri løtu síðani.
Súni Olsen kundi fegnast um ein effektivan fyrra hálvleik, har B36 legði lunnar undir 4-1 sigurin við einari 3-0 leiðslu. Málverjin hjá 07 Vestur, Andras Gango iðraði seg um, at teir ikki vóru eins effektivir, sum B36, tí 07 Vestur hevði eisini sínar málmøguleikar.
Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra tað, sum Súni Olsen og Andras Gango søgdu við Rás2 ein tíma aftaná dystin.