Sunderlandleikari ákærdur fyri siðamisbrot

Fyrrverandi enskur landsliðsleikari ákærdur fyri siðamisbrot móti 15 ára gamlari gentu.

Enska Premier League-felagið Sunderland váttar í kvøld, at miðvallarleikarin Adam Johnson (27), varð handtikin í morgun, ákærdur fyri siðamisbrot móti eini 15 ára gamlari gentu.

 

Løgreglan kom á gátt hjá spælaranum mánamorgunin og avhoyrdi hann í sambandi við mistanka um, at hann skal hava havt samlegu við eini gentu undir seksuella lágaldurin, sum í Onglandi er 16 ár. Adam Johnson var síðani handtikin.

 

Enska blaðið the Guardian hava fingið eina váttan frá felagnum, um at spælarin er burturvístur frá felagnum, inntil kanningararbeiðið hjá løgregluni er liðugt og ein niðurstøða er komin.

 

Adam Johnson er fyrrverandi enskur landsliðsleikari, men spældi sín higartil seinasta landsdyst í 2012, beint eftir at hann skifti úr Manchester City til Sunderland. Nú 27 ára gamli spælarin fekk sítt gjøgnumbrot í Middlesbrough og varð seldur til teir ljósabláu í Manchester í 2010. Sum hjá so mongum øðrum, vóru møguleikarnir hjá honum í Manchester City avmarkaðir.

 

Hann hevur verið ein lyklaspælari hjá Sunderland higartil í ár, og hevur skorað fýra mál.