Sundalagsfólk komin undir sperrumarkið

Sunda kommuna er komin undir álíkningini í skuld eftir at hava verið omanfyri skuldarmarkið í smá tvey ár Í hesum sambandi boðar Fíggjarmálaráðið frá, at herdu ásetingarnar í kommunulógini til fíggjarligu viðurskiftini hjá serliga skuldartyngdum kommunum, eru sostatt ikki longur galdandi fyri Sunda kommunu.

Sunda kommuna kom upp um skuldarmarkið, eftir at nýggjar reglar í fjør kravdu, at skuldin í felagsskúlanum á Oyrabakka skuldi førast sum skuld hjá kommununum. Men síðani hevur kommunan sostatt minkað so mikið um sína skuld, at kommunan aftur er undir álíkningini í nettoskuld.