Sundafólk fingið vinir í Noreg

Sunda Kommuna og Rissa Kommuna í Noregi, eru blivnar vinakommunur og næsta ár fara tey at vitja hvønn annan

Sundafólk hava nú fingið nýggjar vinir.

Tað er hent, eftir at Sunda kommunu hevur gjørt sáttmála um vinabýarsamstarv við Rissa kommunu í Noregi.

Rissa er beint við Tróndheim og har búgva góð 6000 fólk.

Umboð fyri Rissa Kommunu vóru í Sundalagnum herfyri og gjørdu vinabýarsáttmálan og bæði kommunustýrini hava nú góðkent vinabýarsáttmálan.

Sostatt er ætlanin, at samstarvið ímillum báðar kommunurnar skal byrja næsta ár. Hugsað verður bæði um at kommunustýrini hittast av og á, men eisini um at bólkar úr teimum báðum kommununum kunnu vitja hvønn annan.

- Eitt tað fyrsta, vit hugsa um, er at kanna eftir, hvussu tey í Rissa Kommunu hava skipað seg við skúlaskapi, barnaansing og øðrum slíkum stovnum, sigur Heðin Zacariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

Hann sigur, at ætlandi fara umboð fyri Sunda Kommunu til Noregs í vár.


Mynd av Sunda Kommunu

Fólk í Sunda Kommunu fara næsta ár til Noregs at vitja nýggja vinarbýin og væntandi fáa tey eisini vitjan aftur