Sunda Kommuna framúr møguleikar

Heðin Zachariasen
valevni

Tað er sera umráðandi at menna okkara kommunu á ein slíkan hátt, at allir borgarar í øllum bygdunum veruliga fara at merkja, at hóast fleiri kommunur við fleiri bygdum nú verða ein kommuna, so eru vit øll ein eind.
Vit hava eitt til felagsmál, nevniliga at styrkja og menna okkara kommunu.
Komandi Sunda Kommuna verður ein sterk og spennandi kommuna. Eftir mínari meting verða møguleikarnir í framtíðini fleiri og betri. Nýggja felags-kommunan fer at gera økið í Sundalagnum meira áhugavert - bæði fyri vinnulívið, mentanarlívið og frítíðarlívið - soleiðis at vit øll, og eisini ungdómurin, kemur at trívast í kommununi nú og í framtíðini.
Tað liggja nærum óendaligir møguleikar í okkara nýggju kommunu, sum liggur væl plaserað, miðskeiðis í landinum.
Tí ræður um hjá okkum øllum at síggja møguleikarnar og virka fyri, at Sunda Kommuna kann vaksa og mennast til besta fyri hvønn einstakan - børn sum vaksin, ungdómar og gomul.
Tað er tí við góðum treysti, eg bjóði meg fram at verða við til at skipa og byggja hesa okkara nýggju felags kommunu okkum øllum at gagni.