Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka

Hósmorgunin 16. Mai kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

 

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið.

 

Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum, skrivar sunda.fo.

 

Á skrá til hendan fundin er:

 

Hvussu eru sjálvstøðug vinnurekandi stillaði í mun til:

 

  • Barsilsskipan 
  • Als
  • Almannaverkið

 

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát, skrivar Sunda kommuna millum annað á heimasíðu síni.

 

Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, er luttøkan avmarkað til í mesta lagi tvey fólk frá hvørjari fyritøku.