Sunda kommuna 20 ár

7.-9. mars fer Sunda kommuna at hátíðarhalda 20 ára dagin hjá kommununi

Sunda kommuna skrivar, at vikuskiftið verður merkt av savnandi tiltøkum.

 

Í 2004 løgdu seks kommunur saman til eina. Samlaða Sunda kommuna tók við 1. januar 2005. Síðani tá hevur kommunan verið í rúkandi menning og fólkatalið er vaksið munandi.

 

Á skránni til føðingardagin verður millum annað felags morgunmatur, hoppiland í høllini í SVS, fyrilestur, pubquiz, køkuborð, opið hús á kommunuskrivstovuni og annað.

 

Endalig skrá kemur út seinni í mánaðinum.