Altjóða ítróttardómstólurin, Court of Arbitration for Sport (CAS), hevur kunngjørt, at kinesiski svimjarin, Sun Yang, verður bannaður frá øllum ítrótti i átta ár. Orsøkin er ein hending, har hann noktaði gera ein dopingroynd. Hetta er aðru ferð, at Sun Yang verður dømdur fyri doping.
Sun Yang var í fleiri ár ein kappingarneyti hjá Páli V. Joensen á 1.500 metra teininum. Millum annað setti hann heimsmet á 1.500 metra teinum til OL í London í 2012.
- Sun Yang er sera vælkendur svimjari fyri okkum føroyingar, við tað at hann typiskt vann tá Pál var í hæddini. Til dømis til HM í Shanghai í 2011, har Sun Yang vann gull og Pál bleiv nummar fýra, skrivar svimjing.com, ið hevur fylgt málinum.
Sun Yang bleiv í 2014 dømdur fyri doping, tí hann brúkti hjartaheilivág, sum gav honum fyrimunir. Nú er hann dømdur á øðrum sinni.