Summarfimleikur í Havn fyri allar aldursbólkar

Nú er summarfimleikurin hjá Havnar Fimleikafelag byrjaður og mánadagin fóru fleiri lið í holt við at venja.

Í ár hevur felagið heili 17 lið, sum er til allar aldursbólkar. Liðini eru eisini sera ymisk: zumba mix, pilates, cirkul venjingar, jazz dance, balett og tann meira vanligi fimleikurin bæði innan rútmu og amboðssíðuna.

- Øll kunnu verða við, eisini tey sum ongantíð áður hava íðkað fimleik hjá Havnar Fimleikafelag, sigur felagið.

Fimleikaliðini eru býtt sundur eftir aldri. Tey yngstu venja motoriskar venjingar og spøl. Tey venja á Stórheyggi og liðini eru í aldrinum frá 1-4 ár og frá 4-7 ár.

Liðini frá 1. flokki eru uppbýtt í aldur og amboðslið og rútmulið. Rútmuliðini venja øll fimleikavenjingar, styrkja kroppin, venja konditión og liðiligheit.

Tað sum ikki er so vanligt er Jazz Dance, sum er ein blanding av modernaðum dansi, hip hop og ballett.

Hetta er ein sera væl dámdur dansiháttur uttanlands, sum er brúktur í tónleiki, í lýsingum og sjónvarpssendingum.

Zumba mix, pilates og cirkul venjingar eru venjingar sum eru nógv frammi í dag. Zumba, sum myndin er av, er sera vældámt og orðið zumba merkir at flyta seg skjótt og hava tað stuttligt, og hetta er júst tað sum sermerkir zumba.

Tað eru suðuramerikanskir dansir, sum eru íblásturin til Zumba, sum er verður brúkt, tá ið pulsurin skal upp.

Pilates er ein venjingarháttur sum styrkir og ger kroppin meira liðiligan. Pilates gevur kroppinum eina góða javnvág við røttum venjingum sum styrkja allan kroppin, sigur Havnar Fimleikarafelag.