Í lýsing í Vikublaðnum í kvøld boðar SummarFestivalurin frá, at fyrstu atgongumerkini nú kunnu keypast. Sum vant er talan um stóran avsláttur, um keypt verður í góðari tíð, og í ár eru serlig tjaldingaratgongumerki eisini sett til sølu fyri serligan prís.
Enn eru eingi nøvn komin á plakatina hjá Festivalinum, men ofta hava fyriskipararnir roynt at fingið fyrstu nøvnini út longu um ársskiftið, og lítil ivi er um, at talan verður um góða blanding av bæði útlendskum og føroyskum, tá august mánaði fer at nærkast.










