Summarfestivalur: Komið í góðari tíð

Roknað verður við nógvum fólki á Summar Festivalinum í kvøld, og tí heitir festivalurin á fólk um at koma í góðari tíð fyri at fáa armband uppá.

Bretska poppstjørnan hevur sína framførslu á Vágsbøi í kvøld kl. 22.30. Roknað verður við, at sera nógv fólk verða til konsertina, og tí ræður um hjá fólki at koma í góðari tíð.

Allir festivalgestir skulu býta atgongumerki um við armbond, og tey, sum ikki hava gjørt tað frammanundan, skulu gera tað við inngongdina. Tí er vandi fyri, at tað blívur kø við inngongdina, um túsundtals fólk kom samstundis beint áðrenn framførsluna hjá Mika.

Tí heitir Summar Festivalurin á fólk um at koma í góðari tíð í kvøld, so tey eru vís í at sleppa inn á festivaløkið, áðrenn Mika fer á pallin.