Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, heldur, at Føroya Sjómannadagur í Klaksvík saktans kann sigast at vera summarfestivalurin hjá sjófólki.
- Dagurin hevur eitt heilt annað konsept enn tey stevnu-og festivaltiltøk, vit kenna. Hetta er familjudagurin dagurin hjá børnum, ungum, tilkomnum og gomlum. Hetta er dagurin hjá sjómonnum, mammum og børnum, ommum og abbum.
Mentanarleiðarin vísir á, at soleiðis er hetta dagurin, tá sjómaðurin verður settur í fokus í einum mentanarligum høpi á bryggjuni.
- Á Sjómannadegnum eru børn sloppin á fiskikapping, sum plagar at hava ógvuliga stóra undirtøku, og tey plaga at sleppa út á vánna at skjóta við vatnkanónum. Vanligt er eisini, at fløskupostar verða kastaðir í sambandi við Sjómannadagin.
Mentanarleiðarin vísir á tær kappingar, sum eru fyri vaksin, og her eru tað serliga sjófólk, sum luttaka, tí hesar kappingar eru í størst møguligan mun tengdar at tí virksemi, sum sjómaður fæst við. Men tað eru eisini onnur, sum bjóða seg fram at luttaka, leggur hann aftrat.
- Eitt annað, sum eisini ger dagin øðrvísi, er, at alt á bryggjuni er ókeypis. Keypir tú tær okkurt etandi ella leskandi, noyðist tú sjálvandi at gjalda fyri tað, men annars eru øll tiltøk og allar kappingar ókeypis fyri tey, sum hava hug at hyggja, meðan leikur fer, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Tann stóri dagurin í Klaksvík er morgindagurin, tá Føroya Sjómannadagur verður settur, og tær nógvu kappingarnar verða.