Summar Festivalurin 2015 fer av bakkastokki í kvøld, og festivalurin leggur hart út við fleiri spennandi nøvnum.
Tað verður tó 15 ára gamla Annika Malunardóttir, ið fær heiðurin at hava fyrstu framførsluna á festivalinum, tá hon fer á pall á Torginum klokkan 20. Hóast sín unga aldur, so upplýsir festivalurin, at Annika fer at framføra egin løg.
Á skránni seinni á kvøldi eru fleiri meira etableraði nøvn. Ein tíma aftaná, at Annika hevur lagt fyri á Torginum, fer Kristel Lisberg á pall í Tjaldrinum.
Stóra navnið í kvøld er tó uttan iva, tá eitt av høvuðsnøvnunum á ársins festivali, Lukas Graham, fer at framføra á Vágsbøi klokkan 22.
Kvøldið er tó langt frá liðugt, tí klokkan 23.45 fer ein av best umtóktu bólkunum í Føroyum í løtuni, Byrta, at framføra í Tjaldinum.
Tað er tó eisini friðarligari tónleikur at hoyra í Klaksvík í kvøld, tí Hanus G. er vendur aftur til heimstaðin og fer at framføra á Torginum klokkan 00.15.
Ein av bestu framførslunum á G! Festivalinum í ár, var tann hjá Marius Ziska. Í kvøld fær fjøldin aftur møguleikan at hoyra Marius, tá hann endar fyrsta kvøldið á Summar Festivalinum við einari framførslu á Vágsbøi klokkan 01.00.