Sumbingar í stási sláa tunnu

Í Sumba verður nógv gjørt burturúr á føstulávint og tá tunnusláttur er, so eru kvinnur og menn í serstøkum búnum. Siðurin at sláa tunnu har er á leið øld gamal og hetta við búnum kom í fimtiárunum. Í ár kom sonevnda ølkappingin eisini væl við í Sumba, tí bryggjaríini kappaðust um plássið at leska sterku sumbingarnar


Føstulávint er kring landið og ymiskt er, hvussu gjørt verður burturúr. Í Sumba er siðurin við at sláa tunnu øld gamal og síðani 1953 hava sumbingar havt serstakar búnar. Vakrar skjúrtur, flagglitt silkiband og kasjett.
Byrjað verður eftir døgurða og ofta verður hildið longi á. Í Sumba verður kastað lut um, hvør skal slá fyrst. Hesin fær so samstundis eisini heiðurin at vera skonkjari. Hetta verður hildið at vera stór uppgáva, ið skal røkjast væl.
Dansað og sungið verður eisini, meðan sligið verður, ella tá steðgur er.
Sterkt
Siðurin at sláa tunnu er gamal og serstøku búnarnir komu í 1953.
Í sjeytiárunum fóru kvinnur eisini at sláa tunnu. Í dag hanga tvær tunnur í Sumba á føstulávint, ein til mannfólkini og ein til konufólkini.
Tunnan til menninar er væl styrkt, tí sumbingar eru jú tiltiknir sterkir, tunnan hjá kvinnunum er eisini styrkt, men ikki eins nógv, og tann hjá monnunum.
Í eini 36 ár hevur verið skipað fyri føstulávintsveistlu. Eftir ein betri bita, fáa kattakongarnir steyp, og so verður dansað til ljósa morgun.
Hvør maður hevur sín gassa, ella kepp, sum sagt verður í Suðuroynni. Dømi eru um keppar, sum eru meira enn fimti ára gamlir, so sterkir eru teir. Eisini teir eru oftast í flagglitunum.
Tað sigst, at eftir ringa ódn, sum jarðlegði telefonsteyrarnar í Akrabyrgi , nýttu sumbingar tann partin av steyrunum, sum hevði verið undir jørð, til gassar ella keppar. Hetta var krút sterkt.
Ølkappingin kom væl við
Kappingin millum bryggjaríini kom væl við í Sumba. Bryggjaríini vildu fegin eiga plássið at leska sterku sumbingarnar, og eftir tilboð frá høgru og vinstru, tóku sumbingar av og drukku Føroya Bjór á føstulávint.
Dagurin, leygardagin, var sannur hátíðardagur, veðrið av tí fagrasta og kátur ungdómur í vøkrum búnum kring tunnurnar. Sangur og gott lag.
Eisini tey, sum undir húsavegginum eygleiddu tunnuslátturin, fingu uppí nevið, so væl sum skonkjarin røkti uppgávu sína.
Kattakongur hjá monnunum gjørdist Páll Magnar Kjærbæk og hjá kvinnum Annika úr Svínoy.