Sumba
Næsta ár fáa sumbingar nýtt ráðhús.
Í fjør keypti Sumbiar Kommuna Fiskahúsið á Mølini fyri góðar 300.000 krónur og ætlanin er, at umsitingin hjá Kommununi skal flyta í húsið næsta ár.
Síðani kommunan keypti húsið, hevur hon arbeitt við at útvega uppskot um, hvussu tey kunnu innrættast til ráðhús.
Og tá ið bygdaráðsfundur var seinast, varð eitt uppskot, sum Landsbyggifelagið hevði gjørt, lagt fyri bygdaráðslimir.
Eftir tí verður helvtin av húsinum goymslurúm, sum ikki skal innrættast,men hin helvtin verður innrætta við fundarhøli, tveimum skrivstovum, skjalagoymslu og wc.
Men harumframt hevur Landsbyggifelagið skotið upp at gera ein útbygning oman ímóti sjónum, har er ætlanin, at undirhús skal vera, har sumbingar kunnu hittast í fríløtum, eins og vit kenna tað frá øðrum undirhúsum kring ymsastaðni í landinum.
Í uppskotinum, sum er gjørt til fíggjarlógfyri 2002, eru 300.000 krónur settar av til at innrætta húsið fyri.
Men Jacob Vestergaard, borgarstjóri, ivast í, um tað er nóg mikið, so má restin útvegast onkusvegna.
Húsið, sum kommunan skal flyta í, er 200 fermetrar til støddar. Borgarstjórin sigur, at tað kann tykjast nakað stórt til kommununa.
Men hann vísir á, at talan er um at leggja fleiri og fleiri tænastur út til kommunurnar at umsita og tá ið kommunan fer undir eitt hús, er tað betri at leggja upp fyri, so at tað eisini nøktar tørvin framyvir.
Hann sigur, at verða fleiri øki løgd út til kommunurnar at umsita, er hann sannførdur um, at eisini Sumbiuar Kommuna er før fyri at umsita tey øki, sum kommunurnar eftir ætlan, skulu umsita.
Sum er húsast kommunan í eini lítlari skrivstovu í skúlanum men tað liggur eisini í málinum, at skúlin hevurbrúk fyri hølunum og tað er eisini ein orsøk til at kommunan ætlar at flyta.