- Tað er nógv um at fara í einari kommunu, sum røkkur úr Æðuvík til Funnings og av Skála til Lamba. 15 bygdir og 4.150 borgarar.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu í sínari árligu kunning, nú árið 2019 er lokið, og vit eru komin nakrar dagar inn í ár 2020.
Í kunningini verður víst á, at kommunali raksturin er galdandi fyri allar borgarar og setir allar borgarar javnbjóðis í mun til kommununa - líka mikið, hvar í kommununi, fólk hava sett seg niður.
- Hinvegin mugu íløgurnar skipast soleiðis, at sum mest fæst burturúr. Fyri at áhaldandi menning skal verða, er neyðugt at halda fast um ein býtislykil – í okkara føri 70/30 – millum rakstur og íløgur.
Í kunningini verður eisini ásannað, at ein kommuna, sum Runavíkar kommuna, fær ikki gjørt meiri enn eina trivaliga íløgu í senn.
- Sveipini síggjast í búskapinum, tá størri íløgur eru gjørdar, eitt nú Skúlin við Løkin, Bylgjan, avleiðingarnar av yvirtøkuni av eldraøkinum, útfylling og gerð av bryggju á Bakka, vatntøka av Skála og nýggj bryggja undir Høgabóli.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at her eru bert nevndar íløgur, sum eru størri enn, at tær rúmtust í einum einsamallum fíggjarári.
Hópur av øðrum íløgum eru eisini gjørdar í Runavíkar kommunu.
- Eitt nú í vallarljós á Skála og í Runavík fyri bert at nevna tveir lutir úr stórari rúgvu, og kostnaðurin fyri hesar báðar verkætlanirnar var umleið 10 miljónir krónur tilsamans, verður lagt aftrat í kunningini.
##med2##