Sum fyrsta land í Evropa hevur Sveis aftur 0 í rentu

Ólíkt nógvum øðrum miðbankum stríðast sveisarar við inflatión, sum er ov lág. Tí er rentan lækkað til null.

Sveisiski miðbankin, SNB, hevur í dag lækkað rentuna við 0,25 prosentstigum til null prosent.

Tað boðar SNB frá í tíðindaskrivi.

Hetta ger, at Sveis verður fyrsta landið í Evropa, sum enn einaferð hevur eina rentu á null prosent.

Ólíkt nógvum øðrum miðbankum stríðast sveisarar við, at inflatiónin í landinum er ov lág.

Í sambandi við rentulækkingina vísir miðbankin á, at inflatiónstrýstið er minkað í mun til undanfarna ársfjórðing.

Í februar var inflatiónin upp 0,3 prosent, meðan hon var minus 0,1 prosent í mai, skrivar SNB. Minkingin stavar serliga frá prísgongdini á ferðafólka- og oljuvørum.

Við at lækka rentuna vil SNB standa ímóti lægra inflatiónstrýstinum.

Sambært leiðandi búskaparfrøðinginum í Sydbank Kim Blindbæk verður inflatiónin í Sveis drigin niður av innfluttum vørum, tí sveisiski frankurin er sterkur.

- Sveisiski frankurin virkar sum eitt trygt friðskjól á fíggjarmarknaðunum, og íleggjarar søkja tí Sveis, tá aldurnar eru høgar á marknaðunum, skrivar hann í viðmerking.

Ófriðurin og óvissan seinastu tíðina í sambandi við tollhóttanirnar hjá Trump og støðuna í Miðeystri hava tí fingið íleggjarar at keypa sveisiskar frankar upp, greiðir Kim Blindbæk frá.

Tá sveisiski frankurin styrknar mótvegis øðrum gjaldoyrum, gerast innfluttar vørur bíligari at keypa hjá borgarum í Sveis.

Kim Blindbæk vísir eisini á, at Sveis hevur eina drúgva søgu við lágari inflatión. Í 2022, tá Evropa var eyðkent av høgari inflatión, var inflatiónin í Sveis í hæddini við 3,5 prosentum.

Í Danmark var inflatiónin í hæddini í oktober 2022 við 10,1 prosentum.

 

/Ritzau/