Sum dagur og nátt hjá klaksvíkingum

Á útivølli ímóti meistaraliðnum eydnaðist tað við góðum hugburði at vinna tað aftur, sum ikki fekst burturúr á heimavølli mikukvøldið

Tað kendist sum stórur lætti, og tí var tað einki at siga til, at tað var mest sum ovfarakæti í KÍ leguni, tá ið Ransin Djurhuus í gjár hevði bríkslað fyri síðstu ferð við Løkin.

Heimamenninir vóru ógvuliga vónbrotnir yvir teirra avrik, og tað var ikki frítt, at teir eisini høvdu hug at argast inn á dómaran, sum teir við sínum avgerðum í avgerandi løtum mettu at hava verið óhepnan.

KÍ vann 4-2, og eftir fjórða KÍ málið, sum var skorað í síðstu løtu, vóru NSÍ spælararnir ikki blíðir við dómaran, sum í tí førinum ivaleyst hevði allan rættin á sínari síðu: Rógvi Jacobsen gjørdi skjótt av í frísparksstøðu. Bólturin tók í NSÍ spælara og støkk síðani til Joe Zewe, sum gjørdist púra blankur, tá ið NSÍ spælararnir góvust at renna. Teir høvdu sæð flaggið hjá linjudómaranum á lofti, men dómarin vísti, at hann ikki ætlaði at bríksla, tí bólturin var komin frá mótstøðuspælara og til KÍ mannin. Og so setti Joe Zewe, sum hesa ferð var fremsti sentrali miðvallarin og bæði spældi og stríddist væl meiri, enn hann higartil hevur gjørt, bóltin framvið Tórði Thomsen og í málið. Tað fyrsta síðani hann kom til Klaksvíkar.

Kanska høvdu NSÍ spælararnir meiri grein í sínum máli, tá ið Karoly Potemkin stutt undan steðginum fór um koll í KÍ brotsteiginum, eftir at Jan Andreasen og hann høvdu togast. Tá var støðan málleysur javnleikur, men Ransin metti ikki, at talan var um brotsspark.


Øðrvísi uppstilling

Mikukvøldið var KÍ í 4-4-2 uppstilling í kiksaða heimadystinum ímóti B68. Tað hevði NSÍ eygleiðarin, sum var í Klaksvík skrásett, og ætlanin tóktist vera at steðga klaksvíkingum frammarlaga, at finna holini á ótøttu KÍ miðjuni og harvið at seta seta KÍ liðið undir trýst.

Men Eyðun Klakstein hevði tikið við læru av mikukvøldinum og broytt rættuliga nógv upp á liðið. Fyri at fáa breidd í, vóru Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni á vongverjunum, og á miðvøllinum vóru tríggir: Kristoffur Jacobsen og Emil Nolsøe Leifsson og so Joe Zewe frammanfyri teir báðar. Kristoffur og Emil ofraðu seg fullkomuliga, og uppgávan gjørdist ikki torførari í 2. hálvleiki, tá ið Milan Pejcic, sum hevði verið tann besti at binda heimaliðið saman, varð tikin av vøllinum.

Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. At seks mál vórðu skorað eftir steðgin er staðfesting av, at tá var tað rættuliga undirhaldandi. Merkisvert er eisini, at fleiri av málunum vórðu skorað eftir villur í verjuni – í báðum endum.

Bjarni Jørgensen, sum leingi hevur verið skaddur, setti hol á fyri KÍ. Hann var fyrstur á eftir miseydnaða temjing hjá landsliðsspælaranum Jóhan Troest Davidsen. Bjarni sneiddi framvið landsliðsmanninum, áðrenn hann smekkaði bóltin í kassan.

Lítla løtu seinni javnaði Bogi Løkin, og aftur var talan um verjumistak. Øssur Dalbúð og Aco Pandurovic, sum annars var í vinstru, spældi væl saman í høgru. Harley Bertholdsen royndi við høvdinum at fáa bóltin burtur eftir innleggið, men hann legði bóltin fyri føturnar á Boga Løkin, sum takkaði fyri.

Rógvi Jacobsen varð skrásettur fyri næsta KÍ málið. Kanska var tað landsliðsspælarin, sum í púra leysari støðu stutt úr málinum stýrdi frísparksinnlegginum hjá Heðini á Lakjuni í málið.

Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki. NSÍ svaraði skjótt aftur, og aftur varð mál skorað við stórari hjálp frá mótstøðuliðnum ella rættari av mótstøðuliðnum. Eftir NSÍ innlegg úr høgru var miðverjan ikki heilt trygg, og tað endaði við, at Jan Andreasen við høvdinum stýrdi bóltin framvið sínum egna málverja og í málið.

So var 2-2, og eina løtu tóktist tað sum um, at NSÍ tevjaði møguleikan fyri fullari úrtøku. Tað eydnaðist ikki. Í staðin fyri varð tað KÍ, sum streyk avstað við øllum stigunum.

3-2 málið var ivaleyst tað besta. Eftir NSÍ álop, skundaði KÍ sær. Rógvi Jacobsen og Joe Zewe vóru við í uppspælinum, og Rodrigo, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, var tryggur, tá ið hann gjørdist leysur innanfyri verjuna og setti bóltin framvið Tórði Thomsen.

So var tað, at KÍ í síðstu løtu staðfesti kærkomna sigurin, og at NSÍ spælararnir tóktust ikki sørt ørkymlaðir. Teir høvdu ikki havt marginalirnar á sínaru síðu, og teir høvdu roynt at spæla fótbólt. Mótstøðuliðið hevði eisini roynt at spæla og stríðast, og tað tóktist sum um, at tað var KÍ breiddin – eisini á beinkinum – sum saman við broddi, tyngd og dýpd var orsøkin til, at øll stigini fóru norður til Klaksvíkar.

Uttan mun til vánaliga sunnudagsveðrið, so var tað hjá KÍ talan um avrik sum ljósasti dagur sammett við myrkastu nátt mikukvøldið!