******
Ummæli
Høgni Djurhuus
Vit klappa fyri ”Nordost” hjá Tjóðpalli Føroya um yvirgangsatsóknina í Dubrowka leikhúsinum í Moskva, sum framførdi russiska sangleikin ”Nordost.”
”Nordost” hjá Tjóðpallinum er ein sterk uppliving.
Tríggjar kvinnulýsingar, sum stillisliga uttan nakað roks verða lagdar fram í einari hending, sum fekk øll, uttan amerikanarar sjálvandi, at gloyma nine-eleven eina løtu.
Leikurin er tríggir monologar, men í ørstuttum løtum hittast tær og skifta nøkur orð.
Ein spennandi máti at byggja upp eina søgu, eitt leikrit ella ein film, er at lata lívsleiðina hjá fólki, sum als ikki vita hvørt av øðrum, skarast.
Og tað brúkar Bushsteiner meistaraliga í ”Nordost.”
Leikurin byrjar við, at svarta einkjan Tsura sigur frá, at maður hennara varð skotin í Tjetjenia, sum Russland hevur hersett. Síðst í leikinum fáa vit so at vita, hvør skeyt hann.
Tær eru hvør úr sínum heraðshorni í gamla Sovjettsamveldinum. Tær byrja hvør í sínum horni í salinum hjá Tjóðpallinum, men so við og við enda tær allar í salinum í Dubrowka. Ein fín og logisk uppbygging.
Ein, sum dugir hetta við at lata lívsleiðir skarast betur enn tey flestu, er amerikanski filmslistarmaðurin Jim Jarmusch, sí til dømis filmin ”Mystery Train.”
Nordost er ein næstan ræðandi intens framførsla. Eisini løturnar, har eingin sigur nakað, eru sum ein spentur bogi. Eingin tónleikur órógvar, einki tilhoyr á pallinum, einki órógvar.
Annað enn tann paradoksali spenningurin millum hóvligu og neyvu væl spældu kvinnulýsingarnar, lýsingar so knívskarpar, at tú gloymir tær ikki í bræði, og ta øgiligu hendingarrøð tá í oktober 2002.
Í løtum er leikurin sum ein journalistisk reportasja. Tímarnir fyri framførsluna í Dubrowka mikukvøldið 23.oktober 2002 kl.19.00, tá Tsura, Tamara og Olga siga frá, hvar tær eru, hvat tær gera og hvat klokkan er. Dokudrama.
Tey, sum hoyrdu tað og minnast tað, vilja nú siga, at tá eg ummælti "Verkætlan Laramie" í Bylgjuni í Útvarpinum í vetur, segði, at "Verkætlan Laramie" var bara ein frágreiðing, ikki ein sjónleikur.
Verkini ”Nordost” og ”Verkætlan Laramie” minna nógv hvørt um annað, dokudrama. Men stóri og avgerandi munurin er tann, at ”Nordost” er eitt meistaraverk. Tað er ”Verkætlan Laramie” ikki.
Meðan eg siti og royni at linka kvørkratakið, fara eg at hugsa, hvat nú, um tað sama hendir okkum her sum teimum í Dubrowka. Kaldasveitti kemur afturat kvørkratakinum.
Uggaði meg so við, at so konkret er føroyska frælsisstríðið ikki. Í tí vil eingin ofra seg.
Nú skal eg ikki avdúka ov nógv. Men eisini hjá Mosvar Barajev og hansara fólkum var dirvið relativt. Ein skelkur í hesari skelkandi søgu er, hvussu svarta einkjan velur millum lívið og deyðan. So havi eg ikki sagt ov nógv.
Umsetingin er so nærløgd, málið so lætt og nátturligt, at tú hugsar ikki um tað. Spreingistoff í staðin fyri spreingievni.
Og eitt afturat: ”Nordost” á Tjóðpallinum prógvar so væl og virðiliga tað, sum eg altíð havi sagt. Hevur tú eina góða søgu og dugur tú at siga hana, so hevur tú ikki brúk fyri øðrum.
Tú hevur ikki brúk fyri allari teirri ljóðdálking og øllum tí jolapynti, sum tey, sum ikki hava eina góða søgu, noyðast at brúka fyri at kamuflera at tey ikki hava eina góða søgu at siga. Far bara í Havnar Bio.
Í ”Nordost” vóru fýra ljóskastarar nóg mikið. Tann eini blunkandi, tí læknin Tamara stendur uttan fyri sín sjúkrabil við Dubrowka. Soleiðis.
Tað, sum eftir er av svørtu taperulluni, sum Tsura brúkti til at festa bumbubeltið á seg. Soleiðis.
Klæðini, hársetingin, ja alt rópa orsaka eg eri til, men tær eru meira til enn 100.000 Hollywoodstjørnur. Soleiðis.
Tað var sum at vera til ”Nordost” - tann 23. til 26.oktober 2002.
Nú sigi eg tað hart. Pínadoy, sum hatta var gott!
Seks stjørnur av seks.