Sum at spjaða seyðaflokk

Samt løgting...
Allir flokkar á tingi vóru samdir um at viðgerða stjórnarskipanaruppskotið, sum tað var. Men so komu danskir embætismenn upp í leikin og nevndu orðini “begyndelse på løsrivelse”, og so fór tingið í tvinnar leirar – sum vanligt – líka so skjótt sum tú spjaðir eina torvu av ternumurtum við einum steinkasti.
Hetta er so skuffandi altíð at vera vitni til. Hvar er viljin til egnan rætt? Hví er okkara fótafesti so veikt og okkara stev so trek? At vit hava verið víkingar her á landi; at vit hava verið sjómenn, ið sigldu millum týskar kavbátar undir 2. heimsbardaga, sæst ikki aftur í stórum parti av hesi tingmanning, tí har sæst hvørki dirvi ella árræði, til at gera tað, ið gerast skal. Tað er ikki í lagi, at dirvi fánar og hvørvur, bara tí at danir siga nøkur orð ímóti okkara ætlan. Hóast tingarbeiði er skrivstovu- og fundararbeiði, eiga tingfólk at hava dirvi og støðufesti; og ikki hokna av einum loti úr landsynningi.
Tað er so lætt at spjaða seyðaflokkin á tingi í Føroyum, at tað ikki eingang er nøkur avbjóðing fyri donsk embætisfólk; bert nøkur fá neilig orð, og so byrjar tvídeilingin og klandurin. Donsku embætisfólkini kunnu nú lena seg afturá og síggja leikin í løgtinginum fáa egið lív; meira nýtist ikki at verða gjørt, tí klandurin og kjakið er farið í sjálvsving – óivað flenna tey og tosa við soltnari virðing á Christiansborg um seyðirnar í seyðahami á Føroya Løgtingi.

Stýrisskipanarbroytingar
Stýrisskipanarbroytingar bera bert til, um tað gamla verður skúgva til viks. Tá “Magna Carta” varð skrivað í 1215 í London, var hetta gjørt eftir trýsti frá aðalsmonnunum í Englandi. Hetta var ikki sambært lógini hjá kongi, at aðalsmenn kundi trýsta kong at geva teimum størri frælsi og vald. Allar stýrisskipanarbroytingar gera upp við undanfarnu stýrisskipanir, og kunnu, millum hjálandaveldi og hjáland, í síni náttúru ikki vera í samsvar við undanfarnu stýrisskipanum.
Ironiskt sum tað er, so eru ymisk punkt í okkara heimastýrislóg eisini beinleiðis í stríð við donsku grundlógina. Nevnast kunnu tvey sera týðandi punkt: lóggeving og skattaáseting. Sambært donsku grundlógini eiga vit í Føroyum ikki at hava heimild til hetta, men tað hava vit altso. At arbeiða og lóggeva í stríð við grundlógina, hav danir sjálvir umfatandi royndir við, so vit kunnu bara staðfesta, at tað als ikki er tað stóra “lógar-halgibrot”, sum onkrir danskir og eisini føroyskir løgfrøðingar vilja vera við. Forfardu rópini um lógarbrot og stríð við grundlóg kunnu tagna nú, og latið tingfólkið so ístaðin fari í gongd við at viðgerða stýrisskipanaruppskotið.

Hvat vilja vit?! - ikki: hvat sleppa vit?
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt donsku orðingina “kræv din ret” í einum ella øðrum práti ella kjaki? Hatta er donsk mentan, ið vit kundu lært nakað av. Vit skulu spyrja okkum sjálv, hvat vit vilja ríkisrættarliga, og síðani arbeiða fram ímóti tí, uttan fyrilit fyri nøkrum øðrum landi. Hetta hava vit heimild til, tí vit eru ein egin tjóð við egnum serstøkun uppruna, søgu og siðvenju. Vit eru ikki danir, ið búleikast á nøkrum oyggjum í útnorði; so hevði støðan verið ein onnur, men tað er hon ikki. Sum áður sagt: vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan – okkara veruleika, ikki ein av fremmandum monnum ódemokratiskt konstrueraðan veruleika.