Sum at rópa út í tóman heim

Vónandi verður nú loksins aftur friður á politiska víðvøllinum, og landsins kosnu kvinnur og menn sleppa til verka

Tað verður vónandi eisini meira áhugavert at frætta tíðindi í føroyska sjónvarpinum. Eg noyðist at viðganga, at tað hevur verið forargiligt at vera áskoðari til lítið konstruktivt og ótrúliga einstáttaðar tíðindasedningar í seinastuni, tá vit skuldu frætta um orrustuna í Landsstýrinum og beinleiðis sending í tinginum, har formenninir fyri samgonguflokkarnar ein fyri og annar eftir, sum í sunnudagsskúla, skuldu standa framman fyri snurrandi upptøkutólunum og til svars fyri sjónvarpsvertinum undir seinastu samráðingunum. Har stóðu landsins floksformenn upp á skift og svaraðu einamest spurninginum, um teir vildu vera løgmenn?? Tað gjørdu teir alla síðstu viku og nú seinast við borðið í sjónvarpsstovuni mikukvøldið.

Eg noyðist at viðganga, at tað verður ófriðarligt heima í stovuni, tá verturin við borðið í sjónvarpsstovuni langar út til høgru og vinstru. Ikki bert tað: hann gevur ikki sínum “offrum” møguleika at svara. Tað tykist sum verða tey eins ørkymlað og áskoðarin og kennist so óvirðiligt fyri allar partar. Tað mest ólukkuliga er, at hvørki høvd ella hali verður í kjakinum við borðið, tá eingin samanhangur er í tí, sum tosað verður um.

Sjálvandi skal tað ganga kvikliga fyri seg, so vit heima í sofuni ikki skulu sovna, men tað kann ivaleyst eisini ganga skjótt, fyri tað um spurningarnir eru áhugaverdir og fólk fáa høvi at svara, áðrenn verturin sum ketta úr høvdatroð kvikar sær víðari til næsta spurning.

Eg haldi oftani, at tað er synd í teimum, sum verða boðin til hetta borðið. Tó er tað ikki tann kenslan tú fært tá politikarar verða spurdir. Tey hava sjálv bjóðað seg fram, og skuldu standa til svars fyri veljarum sínum. Tað er í lagi.

Hinvegin at nýta tíð og orku at senda beinleiðis frá samgongusamráðingunum og ikki hava annað at fregnast um, enn hvør vil vera løgmaður í eina heila viku? Tað er tíðarspill. Peningurin átti at verið betur nýttur í Kringvarpinum, sum átti at verið ein publicservice støð.

Nú er tað kanska ikki so einfalt at gera tíðindasending um hendingar, sum boytast frá einum tíma til annan, men hugsandi kundi tað verið stundir til at seta seg inn í ymsu málini í longu bíðitíðini sum er, tá politikarar fundast út í eitt í fleiri samdøgur.