Sum at fara 50 ár aftur í tíðina

Millum teirra, ið fegnast um, at Nunavut hevur fingið sjálvstýrið, er Rannvá Erlingsdóttir Simonsen úr Havn. Hon heldur, at hjá einum føroyingi er hetta, sum at fara 50 ár aftur í tíðina, tá Føroyar vóru í líknandi støðu.

Rannvá og maður hennara hittust í Spania. Hann er úr Nunavut og har reka tey á sumri eina fyritøku, ið leigar út kajakkir og skipar fyri túrum. Rannvá trívist væl í kuldanum millum ísbjarnir og reinsdjór

Nunavut fekk tann 1. apríl sjálvstýri. Millum teirra, ið fegnaðust, var Rannvá Erlingsdóttir Simonsen úr Havn. Hon er gift og býr í Nunavut, haðani maður hennara, Kirt Kootoo Ejesiak, er.

Tey hittsut í Spania í 1991, tá Ranná las til arkitekt og var á námsferð. Hann var í Spania í sambandi við Expo- heimsframsýningina. Nøkur ár seinni fór hon at vitja hann í Nunavut og nú hevur Rannvá búð har eini 2 ár.


Ísbjarnir og reinsdjór

Rannvá sigur, at tá hon búði niðri í Danmark, longdist henni illa eftir føroysku náttúruni. Náttúran í Nunavut er stórsligin og mentanin líkist eisini á mangan hátt tí føroysku. Eins og føroyingar veiða fugl og hval, so eru í Nunavut ísbjarnir, reinsdjór, hvalur og fuglur.

- Tó veiða tey ikki havhest, náta, her, hóast hann er her. Men tá beiggi mín hevur verið her og fiskað, so hevur hann fingið havhest, sigur Rannvá.

Hóast talan er um arktiskt øki, so trívist Rannvá væl og náttúran er stórsligin. Men hon hevði væntað sær eitt arktiskt paradís, tá hon kom, men alt var og er sera merkt av kolonimaktini.

- Alt er so amerikanskt. Húsini verða bygd skjótt, bíligt og effektivt. Tey skulu bert halda kuldanum úti. Tað er, sum skulu tey vera ljót, og við øðrum, t.d. klæðum, hevur tað sama verið galdandi, sigur Rannvá.

Hon heldur tó, at broyting er við at koma í viðvíkjandi hesum.


Sjálvstýrið - sum at

fara 50 ár afureftir

Rannvá sigur, at arbeitt hevur verið eini 30-40 ár við ætlanunum um sjálvstýri, sum Nunavut fekk 1. apríl.

Men eitt tað fyrsta, ið Rannvá legði til merkis var, at fólk ikki rættiliga høvdu sjálvskenslu. Men hetta er við at broytast og broytist hvønn dag. Eisini hava fólk verið frammi í útvarpinum, ið hava ført fram, at rættast hevði verið at farið burtur frá móðurmálinum. Nógvir lurtarar tóku undir við hesum. Hetta helt Rannvá vera løgið, men hon heldur, at áhugin fyri at verja málið veksur saman við øktu sjálvskensluni, sum er í menning.

Rannvá metir, at á mangan hátt, so minnir hetta um Føroyar fyri eini 50 árum síðani, tá Føroyar fekk sjálvstýrislógina. Og um vit fara longur aftur, so var eisini málstríð.

- Hjá einum føroyingi er hetta, sum at fara eini 50 ár aftur í tíðina, sigur Rannvá.Hon minnir eisini á orðini hjá Vigdis Finnbogadóttir, sum onkur vísti henni á: tað avgerðandi er ikki støddin á landinum, men hvat fólkið heldur um seg sjálvan.

Í samband við, at Nunavut fekk sjálvstýri, var øgilig stákan, men tá alt kom til alt, so gekk alt hábærsliga og stillisliga fyri seg. Tað var sera hátíðarligt, tá ráðhararar tóku við og tingið varð sett. Famførslur vóru, har mentanararvurin var frammaliga, bæði við søgum, list og øðrum framførslum, og Rannvá metir, at hetta bendir á, at fólkið hevur hug og ans fyri at halda fast við upprunamentanina og at menna hana.


Skúlin

Nógv hava ikki gingið so nógv í skúla, heldur Rannvá. Tey, ið eru yvir 30 ár hava ofta verið stutt í skúlaskipanini, í mun til t.d. Grønland.

Eisini her er tað, sum at ferðast aftureftir í tíðini, hóast onnur menning er galdandi við t.d. inernetinum.

Í skúlanum eru flokkar, ið tosa móðurmálið og flokar, ið tosa enskt. -

- Men sammett, so er tað enska á hægri støði, metir Rannvá, sum tó metir, at eisini her er broyting við at koma. Sjálv hevur hon tveir synir uppá 9 og 11 ár í skúlanum og teir læra um landið og at verða góðir við tað.


Reka ferðavinnufyritøku

Rannvá og Kirk reka um summarið eina ferðavinnufyritøku, ið leigar út kajakkir og skipar fyri útferðum.

Tó hava tey bæði hetta, sum starv frammihjá. Hon er arkitktur og hevur havt ymsar uppgávur. Hann rekur eina kommunikatiónsfyritøku, ið fæst við bøkur, visittkort, heimasíður og annað.

Saman hava Rannvá og Kirt eisini fingið loyvi til at leiga bygningar hjá Hudson Bay Company, ið eru bygdir í 1949 og eru fyrstu bygningar á staðnum. Tey arbeiða við at seta hesar í uppruna stand uttan, meðan tey innan gera teir meira nýmótans , við atliti til at hava kontór og gistingarhús. Hann tekur sær av tí handilsilga og sum arkitektur, stendur Rannvá fyri umvælingini.

Rannvá og Kirt fegnast um sjálvstýrið og hjá Rannvá er talan um eitt satt ?deja vue?. Nógv av tí, ið Nunavut er farið gjøgnum og skal gjøgnum, minnir sera nógv um støðu Føroya hesa øldina og farnu 50 árini við heimastýri.