Sugababes á palli og fløgu við Ammelle

Í vikuskiftinum spældi enski gentubólkurin Sugababes fyrstu konsertina við nýggja liminum í bólkinum Ammelle Berrabah.

Ummælini av konsertini, ið var partur av tiltiknu G.A.Y. konsertunum í London Astoria eru sera jalig, og røddin hjá Ammelle verður umrødd, sum sera góð.
Upprunaligu limirnir Keisha Buchanan og Heidi Range tykstust aftan á konsertina eisini sera væl nøgdar við framførsluna hjá nýggja liminum, skrivar The Sun. Mánadagin kom so fyrsta stakfløgan síðan útskiftingina av triðja liminum í bólkinum. Stakfløgan eitur Red Dress, hana fara vit ivaleyst at hoyra ofta.
 
Myndatekstur: Nýggja stakfløgan hjá Sugababes eitur Red Dress.