Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri varð einmælt samtykt at ganga umsókn frá Suðurross um limaskap á møti.
– Ríðisambandið fegnast stórliga um limaskapin hjá suðringum. Sersambandið ásannar, at Suðurross hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at menna ríðingina sum ítrótt í Suðuroy og vónar, at tey við limaskapinum í ríðisambandinum kunna økja og stimbra enn meira um áhugan fyri ríðing í Suðuroy, sigur Ríðisambandi í tíðindaskrivi.
Limir í Suðurross hava longu í ár luttikið í FM kappinginum í ríðing, og limaskapurin ger, at tey nú kunna umboða teirra egna felag, tá kappast verður.
Hervið fer Ríðisamband Føroya frá fýra til fimm limafeløg, og landafrøðisligt er sersambandið seinastu árini farið frá at bara umfata Streymoynna og Vágar til nú eisini at umfata bæði Eysturoynna og Suðuroy.
– Hetta vísir á eina stóra menning innan skipaðu ríðingina og vísir, at miðvísa arbeiðið, sum ríðisambandið hevur framt seinastu árini, nú av álvara ber ávøkst, sigur Ríðisambandið.