Tríggir dystir í 1. deild í fótbólti eru spældir í dag. Fyrr í dag vann 07Vestur 2-0 við Margáir. Seks minuttir eftir steðgin setti Sigtór Petersen hol á. Og í síðsta minutti staðfesti 18 ára gamli Uni Falvard Nielsen sigurin.
TB heldur fram við at vinna, og tvøramenn hava fulla úrtøku eftir átta umfør. Í dag var TB á Argjum, har tað eydnaðist at vinna 1-0 á teimum næstbestu hjá AB. Sigursmálið skoraði Ragnar Tausen, tá ið ein tími var farin. Hetta var fjórði eitt mála sigurin hjá TB í ár, og hetta var sjeynda málið, sum Ragnar Tausen hevur skorað higartil í ár.
FC Suðuroy vann 1-0 á heimavøllinum á Vágseiði ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Sigursmálið skoraði Patrik Johannesen tíggju minuttir undan steðginum.
Í løtuni eru tveir dystir: Víkingur-B36 og KÍ-HB.