Hóast ein kanning í 2003 vísti, at meira enn 80 prosent av suðuroyingum tá gingu inn fyri kommunusamanlegginum, eru enn sjey kommunur í Suðuroynni.
Í 2012 kostaði tað 15,6 milliónir krónur at umsita Suðuroynna og meira enn tvær milliónir krónur fóru til borgarstjóralønir, vísir ein uppgerð, sum Sosialurin gjørdi í oktober 2012.
Umsitingin verður munandi dýrari framyvir, tí kommunurnar eisini hava fingið eldraøkið at umsita. Tær umsita eldraøkið í samstarvseindum, sum eru settar við lóg, og Suðuroyggin er ein eind.
Hóast hetta samstarv gongur gott, loysir tað ikki trupulleikan við smáu kommununum, heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og býráðslimur í Vágs Kommunu.
Kommunurnar hava ymisk skattaprosent og ymisk ognarviðurskifti, tá tað kemur til ellisheim, og í summum førum, skulu tær senda rokningar til hvønn annan.
Sosialurin hevur stórt tema um hetta í blaðnum í dag.










