Vit fara til verka beinanvegin og vit fara at hava nevndarfund fyrsta dagin. Tað sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum, Suðuroyartunnilin, sum varð stovnað í hesi vikuni.
Nevndarlimirnir, og stjórin í felagnum, eru tey somu sum mynda felagið, sum stendur fyri Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum og allar tær royndirnar tey hava, taka tey nú við sær í arbeiðið í sambandi við Suðuroyartunnilin. Partafelagið, Suðuroyartunnilin, hevur fýra milliónir í partapengum og Bergur Poulsen ásannar, at tað krevst mangt slíkt at gera tunnilin til veruleika.
Men hann sigur, at tað ber væl til at seta sjøtul á arbeiðið fyri hesa upphæddina. Hann sigur, at tað fyrsta, sum skal gerast, verður at gera allar tær jarðfrøðiligur kanningarnar, sum krevjast fyri at kunna gera av, akkurát, hvar tunnilin skal liggja, hvar í Sandoynni hann fer niður, og hvar í Suðuroy hann skal koma upp aftur. Tað skal gerast bæði í samráð við jarðfrøðingar og verkfrøðingar og tískil er eingin avgerð yvirhøvur um nakra linjuføring.
Men sum heild kann sigast, at fyri trygdina og kostnaðin, skal ein undirsjóvartunnil skal vera so stuttur sum yvirhøvur tilber, sigur Bergur Poulsen. Samstundis skal støða eisini takast til um Skúgvoy skal knýtast upp í tunnilin. Men formaðurin í tunnilsfelagnum sigur, at tað er eisini ein politiskur spurningur um Skúgvoy skal knýtast upp í, tí tað fer at gera verkætlanina nakað dýrari. Somuleiðis skal politiski myndugleikin taka støðu til, hvussu nógvan partapening, tað almenna skal seta í tunnilin. Undanfarni landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, segði, at landsstýrið hevði sett pening av á langtíðarætlanini til Suðuroyartunnilin. Í hesum sambandi eru 100 milliónir settar av um árið, frá 2025.
Tá ið linjuføringin er løgd, skal tunnilin projekterest og fíggingin skal útvegast, áðrenn borurin kann setast í. Bergur Poulsen sigur, at í sambandi við við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, gingu níggju ár frá tí at felagið varð stovnað, til tað verður koyrandi.
So út frá teimum royndunum kann tað verða koyrandi til Suðuroyar í 2031 ella 2032, sigur Bergur Joensen. Men hann leggur dent á, at so skal arbeiðið eisini ganga væl, og Løgtingið skal seta nokk av partapengum í felagið so at arbeiðið kann halda fram ótarnað.