Um middagsleitið fór streymurin í allari Suðuroy.
– Orsøkin var ein tekniskur feilur á verkinum hjá SEV í Vági, sigur Brian Joensen hjá SEV.
Hann sigur, at tey fyrstu fingu streymin aftur eftir 10 minuttir, men at tað tók um 25 minuttir til øll høvdu fingið streymin aftur.
Tá streymurin fer á hendan hátt er tað ikki so einfalt, at tú bara kanst tendra ein kontakt aftur.
– Høvdu vit tendrað alt aftur í senn, so er stórur vandi fyri, at alt hevði slóknað aftur, sigur Brian Joensen.
Tí verður tendrað aftur øki fyri øki, til øll øki hava fingið streymin aftur. Tað var hendan tilgongdin hjá SEV í Suðuroy, sum tók einar 25 minuttir.