Suðurpólurin bráðnar

Granskarar hjá amerikanska rúmdarfelagsskapinum NASA ávara nú um, at ísurin í Antarktis bráðnar so skjótt, at havið kann fløða 2,5 metrar fram til 2100.

Fylgisveinaeftirlit seinastu 10 árini vísir, at ísurin bráðnar við stórari ferð. Bara í 2006 bráðnaðu 192 milliardir tons av ísi.

- Tað er eingin ivi um, at ísurin í Antarktis minkar støðugt ár eftir ár, sigur Eric Rignot, granskari hjá NASA.

Um havið fløðir við tveimum metrum ella meira, so merkir tað, at nógv økið fram við heimsins strondum fara at liggja undir í vatni – og at heimurin fer at uppliva eitt nýtt slag av flóttarfólki, sum flýggjar undan havinum.