Suðuroyingar vilja ikki sita tigandi longur

Suðuroyingar fara at skipa eina samferðslunevnd. Og hon fær nóg mikið at tríva í

Samferðsla

Suðuroyingar vilja ikki sita tigandi longur. Tí nú vilja teir hava ávirkan.
Ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina er so ótrygt, at tað er ótolandi hjá vanligum fólki. Ikki minst er tað ótolandi hjávinnulívinum.
Páskaaftan kallaði ferðavinnan í Suðuroy bæði kommunupolitikarum og landspolitikarum á fund at viðgerða samferðsluna til og úr Suðuroynni.
Útslitið av fundinum var, at suðuroyingar skulu seta eina samferðslunevnd at arbeiða við samferðslu ímillum Suðuroynna og meginøkið, bæði á sjónum og í luftini.
Og eftir tí, sum kom fram á fundinum, verður nóg mikið at tríva í.
Nevnt var, at summir túrar hjá Smyrli liggja illa fyri. Tað varð eisini nevnt, at tyrlan átti at flogið meir.
Suðuroyingar fýltust eisini á, at tað vóru so nógvar broytingar í ferðaætlanini, tí túrar vórðu fluttir í tíð og úrtíð og at tað er ómøguligt hjá fólki og vinnu at fylgja við øllum broytingunum.
Men tað kom eisini fram, at suðuroyingar vilja ikki longur finna seg í, at Smyril næstan altíð er seinkaður av Havnini, tí sáttmálaviðurskifti gera, at manningin sleppur ikki til arbeiðis fyrrenn beint áðrenn at skipið skal sigla.
Teir vilja heldur ikki finna seg í, at Smyril ferð eftir verður verður raktur av verkfalli. Og tá ið hann ikki er raktur av verkfalli, verður hann hóttur við verkfalli.
?Hetta eru so ørkymlandi, at mett var, at hetta er ein forðing fyri vinnulívinum, tí fyritøkur aftra seg við at setast niður í Suðuroynni, tí at ferðasambandið varð so ótrygt.
Og suðuroyingar vilja heldur ikki finna seg í, at Smyril ikki fær fast pláss í Havnini.
Alt hetta eru spurningar, sum nýggi samferðslubólkurin, sum skal mannast við ferðavinnuni, vinnulívinum, ítróttarfeløgum og øðrum, sum hava áhuga í ferðasambandinum. Men ætlanin er eisini, at Strandferðslan skal við í bólkin.
Tað verður ferðavinnan, sum skal taka stig til at seta bólkin og fyrsta uppgávan verður at ávirka ferðaætlanina, sum skal setast í gildi í næstu framtíð.