Suðuroyingar eru níggju prosent av Føroya fólki, og vit halda, at vit hava krav uppá somu møguleikar sum restin av landinum.
Tað siga teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy í opnum brævu til Landsstýrið og Løgtingið í dag.
Og teir siga, at skulu vit suðuroyingar hava somu møguleikar sum størsti partur av landinum, er fast samband svarið.
Tí heita borgarstjórarnir á Landsstýrið um at seta 6-7 milliónir av á fíggjarlógini fyri næsta ár til kanningararbeiði í samband við Suðuroyartunnilin. Og somuleiðis verður heitt á Landsstýrið um at seta 6-7 milliónir av á fíggjarlógini fyri 2021 til hetta kanningararbeiði. Endamálið við tí skal vera at tað skal vera klárt at fara undir at bora Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum seint í 2021.
Fólkatalið í Suðuroynni er minkað ár um ár, og er síðani 1985 er tað minkað fleiri enn 1.250 fólk, og tað er ein minking upp á umleið 11,5 proent.
Sama tíðarskeið er fólkatalið í Føroyum vaksið 6.600 fólk, ella góð 14,5 prosemt.
– Hóast bestu tíðir í Føroyum í eini 30 ár – og hóast tvey nýggj stór arbeiðspláss eru komin í Suðuroynni seinastu árini – er gongdin í Suðuroynni framvegis skeiva vegin og onki bendur á at nøkur broyting er í væntu, siga borgarstjórarnir í Suðuroy.
Teir siga, at høvuðstrupulleikin er, at Suðuroyggin ikki hevur fast samband við meginøkið, har tey nógvu størvini eru til útbúgvin fólk.
– Og tá ið ungir suðuroyingar, eins og ung í restina av landinum, nema sær útbúgving og fara av oynni í hesum ørindum, eru sera avmarkaðir møguleikar at venda aftur til Suðuroynna og fáa arbeiði eftir lokna útbúgving.
– Hetta er eisini høvuðsorsøkin til minkandi fólkatalið – og av somu orsøk er fast samband neyðugt fyri framtíðina í Suðuroynni, soleiðis at tað ber til at búgva í Suðuroynni og arbeiða í meginøkinum, og kring landið annars.
Teir sjey borgrstjórarnir, sum hava skrivað undir opna brævið til Landsstýrið og Løgtingið, eru:
Janus Thomsen, Hvalbiar kommuna
Dennis Holm, Vágs kommuna,
Eyðbjørn Thomsen, Sumbiar kommuna
Mikkjal Sørensen, Porkeris kommuna
Jónsvein Hovgaard, Hovs kommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna