Suðuroyingar slóðbrótandi ætlan

Suðuroyingar arbeiða við eini ætlan, sum skal geva teimum orku, sum bæði er rein og kanska eisini bíligari enn streymurin frá SEV

Suðuroyingar eru nú farnir undir eina slóðbrótandi verkætlan ætlan við tí fyri eyga at útvinna bíliga og reina orku.
Á evnisdgnum í Øravík hósdagin um menningarætlanir fyri Suðuroynna, avdúkaði John Henrik Holm í Suðuroyar Sparikassa, eina spennandi verkætlan, sum ikki er roynd í Føroyum fyrr.
Vinnuvirki, sum eru orkukrevjandi, eru ikki serliga kappingarfør, tí orkan er dýr, hóast prísurin frá SEV hevur verið støðugur.
Men prísrin á orku er í stóran mun tengd at prísinum á olju og tað eru mong, sum stúra fyri, at oljuprísurin fer at hækka nógv tey næstu árini og tað ger samfelagið ógvuliga viðbrekið, samstundis sum tað ber illa til at leggja ætlanir fram í tíðina.
Samstundis dálkar oljan illa.
? Tað eru mong, sum meta, at rein orka verður eitt kjarnuøki í allari framleiðslu, ikki minst í framleiðslu av fiski, tí tað fer at fáa stóran týdning fyri viðskiftafólk úti í heimi, at tey hava trygd fyri, at vøran tey fáa, er framleidd, uttan at dálka umhvørvið.
? Tí kann tað vera eitt sterkt vápn í marknaðarføringini, at vøran er framleidd við reinari orku.
Samstundis hava vit Kyoto-sáttmálan, sum ásetir, hvussu nógv CO2, vit kunnu sleppa út í luftina.
? Tí hava vit í eina tíð arbeitt við eini verkætlan, sum skal hava til endamáls at útvega orku, sum bæði er bílig og hartil púra rein, segði John Henrik Holm.
Tey, sum arbeiða saman um hesa ætlanina eru Suðuroyar Sparikassi, Føroya Tele og Vágs Timburhandil.

Vindur og vatn
John Henrik Holm sigur, at útgangsstøðið er at gagnnýta tað, sum vit hava mest av í Føroyum, nevniliga vatn og vind, segði umboðsmaðurin hjá Suðuroyar Sparikassa.
Endamálið við ætlanini er at gera eitt elektrolýsuverk í Vági, sum skal vinna streym burturúr vatni og vindi.
? Endamálið er at veita streym bæði bíligari og reinari enn SEV ger í dag. Í tí sambandinum er ætlanin er at seta vindmyllur upp í Neshaga omanfyri Vág.
Fyri at gera eina fløkt mál einfalt, hendir tað, at myllurnar gera streym burturúr vindinum. Streymurin verður settur til vatn og tað setir eina kemiska reaktión ígongd. Reaktiónin endar við at gera brint og tað kann goymast. Verður brintið aftur brent í einum motori, verður streymur gjørdur, sum virki og húsarhald kunnu brúka.
? Trupulleikin við vindmyllum er, at tær kunnu ikki tryggja støðuga orku, tí tað er ikki í øllum líkindum, at tær kunnu framleiða, men tað kann eitt elektrolýsuverk tryggja, tí tað ber til at goyma brintið, til tað skal brúkast.
John Hendrik Holm sigur, at ætlaða elektrolýsuverkið í Suðuroy er lagt í Vági, er, at Neshagin er væl hóskandi, tí har er ikki nógvur turbulensur og tí kunnu myllurnar framleiða stóran part av tíðini.
Kortini skulu vindmátingar gerast so at full greiða fæst á vindviðurskiftunum.
? Í Vági eru eisini onkur stór, orkukrevjandi virki og tað er ein fortreyt fyri at fáa lønsemi í ætlanina, at stórir brúkarar eru.

Skal verða burðarfygt
John Henrik Holm ásannar, at hetta er hátøkni, men hetta er kortini alt tøkni, sum er til ídag. Í Reykjavík og Amsterdam koyra bussar við brinti og nú verða eisini vanligir bilar gjørdir, sum brúka brint ístaðin fyri bensin ella dielsel og virki gera eisini neyðstreym burturúr brinti.
? Men hóast hetta longu er kend tøkni í dag, hevur tað enn ikki eydnast at gera elektrolýsuverk, sum loysa seg fíggjarliga, men tað er tað, sum ætlanin er at menna í Vági.
Hugsjónin er sjálvsagt, at í longdini skulu eisini smærri keyparar og privat húsarhald brúka reint brint ístaðin og hugsjónin er eisini at menna eina ein førleika í Suðuroy innan hetta øki, sum so kann útflytast til onnur øki í Føroyum, eins væl og uttanlands.
? Tann, sum framleiðir hesa tøknina, er til reiðar at koma til Føroyar at stinga ætlanina neyvari út í kortið. Samstundis hevur royndarstøðin í Risø í Danmark áhugað at verða við eini slíkari ætlan við gransking fyri eyga.
Hann sigur, at leyðsligar fíggjarligar útrokningar vísa, at tað ber til at fáa lønsemi í eina slíka ætlan um so er, at ein ella tveir stórir keyparar eru.
Longu í heyst er ætlanin at hava fingið greiði á, um ætlanin verður til veruleika ella ikki. Summarið skal sostatt brúkast til at gera neyvar útrokningar, at fáa loyvi frá øllum myndugleikum til byggingina og at fáa avtalu við møguligar keyparar, segði John Henrik Holm.
Ein arbeiðsbólkur er nú settur at arbeiða víðari við ætlanini, bæði fíggjarliga og tekniskt.