Suðuroyingar skulu ikki ræðast

- Suðuroyingar skulu ikki ræðast kommunusamanlegging siga politikarar, ið hava merkt tað á egnum kroppi. Í Sosialinum hetta vikuskiftið, fæst eisini at vita, nógv tað kostar í løn til kommunustýrislimir at hava sjey kommunur í Suðuroy

 

- Verður øll Suðuroy løgd saman í eina kommunu, fer tað serliga at gagna teimum smáu bygdunum.

 

Tað staðfesta Hallur Ellingsgaard úr Oyndafirði, sum fór upp í Runavíkar kommunu, í Vikuskiftissosialinum, sum er at fáa í blaðsølunum nú.

 

Hann sigur, at í Oyndafirði hava tey bara notið gott av samanleggingini. Ein annar politikari á smábygd, Sofus Debes Johannesen, við Gjógv er samdur. Hann sigur við Vikuskiftissosialin, at tað hevur at kalla bara verið ein fyrimunur fyri Gjógv at fara upp í Sunda kommunu.

 

Nú samanlegging enn einaferð er á breddanum í Suðuroy, hevur Vikuskiftissosialurin hesa ferð tosað vit við tveir politikarar, sum hava royndir við samanlegging.

 

Í Suðuroy eru 43 kommunupolitikarar til 4.600 fólk og í blaðnum vísa vit eisini á, hvat hetta kostar skattgjaldaranum í Suðuroy, bara í løn

 

Men Hallur Ellingsgaard er sannførdur um, at tá ið kommunur leggja saman, nyttar tað einki, bara at leggja saman á pappírinum.

 

- Tað, sum er altavgerandi, er, at fólkið leggur saman í høvdinum sigur hann.

 

Les nógv meiri um hetta í Sosialinum hetta vikuskiftið, har teir báðir siga sína hugsan um samanlegging og greiða frá, hvørjar royndir teir hava.