Í framtíðini skulu kommunurnar kring landið ikki sleppa at brúka so nógvar pengar sum tær vilja.
Tað eru valevni fyri næstan allar flokkar til løgtingsvalið, sannførdir um.
Og tey halda eisini, at eydnast tað ikki at samráðast við kommunurnar um eina avtalu, má tað gerast við lóg.
Hetta er ein niðurstøða á veljarafundi í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Har var nevniliga stór semja um, at tað er altavgerandi fyri búskapin, at fíggjarliga virksemi hjá landskassanum, og kommununum, verður samskipað.
Verður tað ikki gjørt, ber ikki til at stýra búskapinum og so gongur tað heilt galið, halda valevnini.
Christian Andreasen, sum er eitt hitt fremsta valevni hjá fólkaflokkinum, heldur, at landspolitikarar mugu hava rygg, og dirvi, til at stýra búskapinum, og at seta treytirnar og hann heldur, at skal tað eydnast at hava tamarhald á býskapinum, slepst ikki uttan um at virksemið hjá Landinum og kommununum, verður samskipað.
Hann heldur, at vit eiga at royna samráðingarleiðina fyrst, men ber tað ikki á mál, má tað gerast við lóg.
Kaj Leo Holm Johannesen, sum er ein av oddamonnunum í Sambandsflokkinum, sigur, at eydnast tað ikki at samráðast seg fram til eina loysn við kommununum, verður tað neyðugt at lóggeva um tað.
Men hann heldur, at áðrenn lóggivið um tað, skulu kommunurnar lokkast við eini gularót.
Ein máti er at játta suðuroyingum ein eyka stuðul upp á 50 milliónir krónur við teirri treyt at øll oyggin verður løgd saman í eina kommunu, heldur hann.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og eitt høvuðsvalevni fyri Tjóðveldi, staðfestir, at tað verður neyðugt at íløgur og rakstur hjá Landinum og kommununum verður samskipað.
– Vilja kommunur hava stór og dýr málsøki at umsita, skal tað vera ein treyt, at tær leggja saman, heldur hon.
Hon sigur, at eitt endamál við tí er at leggja útbyggingar til rættis, soleiðis, at fer Landið undir eina stóra útbygging einastðani í Landinum, kunnu kommunur í øðrum pørtum í landinum byggja út.
Sjúrður Skaale, sum eitt av fremstu valevnunum hjá Javnaðarflokkinum, ásannnar, at fáa vit ikki stýrt búskapinum, ber heldur ikki til at leggja búskapin í eina trygga legu, og tí má virksemið hjá Landinum og kommununum, samskipast.
Men hann heldur eisini, at tað er ein fortreyt, at fleiri kommunur verða lagdar saman, eitt nú í Suðuroy og í Sandoy.
Og eydnast tað ikki sjálvboðið, má tað gerast við lóg, leggur hann afturat.
Eisini Bjarta Petersen valevni fyri Miðflokkin, er samd, men hon heldur, at tað skal gerast við samráðingum, og um ikki annað heldur hon, at ein meklari, ella ein semingsmaður, kann verða settur at standa fyri samráðingunum.
Bjarni Kárason Petersen, valevni fyri Framsókn, og varamaður hjá flokkinum á Løgtingi, heldur, at allar Føroyar virka sum eina kommuna, tí tað er ikki meiri enn ein tími úr enda í annan á øllum meginøkinum.
Samfelagsraksturin má samskipast og tað er ørskapur at vit hava so nógvar kommunur, heldur hann. Og fæst ikki ein broyting í við samráðingum, má tað gerast við lóg.
Hanus Vang, valevni fyri Framtakið heldur, at tað er demokrati at vit hava kommunur, men hann heldur kortini, at tað eru nakað nógvar kommunur í Suðuroy og í Sandoy.
Eisini Bárður Kass Nielsen, valevni fyri Sjálvstýri, heldur, at vit mugu áseta ein karm fyri kommunur, soleiðis at tamarhald er á, hvørjar íløgur verða gjørdar hvar.
Bæði Kristina Háfoss og Sjúrður Skaale halda, at vit skulu hava eina nýggja fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Men tey eru samd um, at hon má fyrireikast betri enn tann, sum var í 2012, sum var fullkomiliga miseydnað.
Kristina Háfoss vísir eisini á, at tað eru nógvir borgarstjórar í Løgtinginum, og teir tora ikki at hava eina støðu í Løgtinginum, sum gongur ímóti kommununi, har teir eru borgarstjórar.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur eisini, at vit hava ov nógvar borgarstjórar í Løgtinginum. Teir forða fyri eini semju og tí mugu teir úr Løgtinginum, staðfestir hann.