- Suðuroyingar duga ov illa at tosa saman
Tað heldur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.
Á borgarafundinum í Vági í gjárkvøldið, helt hon, at hesi manglandi evnini at samskifta, var ein stórur trupulleiki fyri samstarvinum ímillum kommunurnar í Suðuroy.
Hon helt, at ætlanin at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy var eitt gott dømi um hetta.
- Í Vágs Býráði vóru vit ikki nøgd við uppleggið, men tað var ongin møguleiki at broyta tað, tí aðrar kommunur vóru hvørki til at høgga ella stinga í.
Hon helt, at hetta er eitt dømi um, hvussu vánaligt samskiftið ímillum tær ymsu kommunurnar er.
- Tað er ótrúliga torført at finna felags loysnir fyri Suðuroy, leggur hon afturat.
Merkt av misálitið
- Ein høvuðstrupulleiki er, at suðuroyingar hava ikki álit á hvørjum øðrum.
Tað helt Dennis Holm, samfelasgsfrøðingur, ið var annar av teimum báðum áhoyrarunum, sum tók orðið á borgarafundinum í Vági í gjárkvøldið.
Hann helt, at skulu vit tosa um at leggja kommunur saman, hevði besta útgangsstøðið verið at suðuroyingar sjálvur settust at tosa um viðurskiftini.
Stóru trupulleikin er, at vit hava ikki nóg stórt álit á hvørjum øðrum til at setast saman at viðgera støðuna.
- Vágbingar eru bangnir fyri, at verður øll Suðuroy ein kommuna, verður kommunuskrivstovan flutt norður á Tvøroyri.
Hann samanber hetta við ætlanin at leggja fótbóltsfeløgini saman.
-Á Tvøroyri eru tey bangin fyri, at verða fótbóltsfeløgini løgd saman, missa tey fótbóltin á Tvøroyri.
Hann helt, at tað skínur allan vegin ígjøgnum, at misálitið er ov stórt.
- Vit koma ikki víðari, fyrrenn vit fara undir eitt veruligt arbeiðið at byggja upp eitt álit ímillum suðuroyingar, helt hann.
Men hann vísti eisini á, at hetta var ikki nakað eindømi, tí støðan hevði kanska verið hvaðna verri í Sundalagnum, fyri at nevna eitt dømi.
Har hevði tilgongdin fram til eina kommunusamanlegging í Sunda kommunu verið bæði drúgv og long.
- Tað byrjaði við einum kommunufelagsskapi, men tey fyrstu nógvu árini, gekk ótrúliga ringt at viðgera mál, tí ongin hevði álit á hvørjum øðrum og tað tók næstan 20 ár at partarnir fóru at tosa um eina veruliga samanlegging.
Heðin Zachariasen ásannaði støðan hevði ikki altíð verið so góð, men hann helt, at tað hevði gingið ótrúliga væl og at tað gekk ótrúliga skjótt at fremja samanleggingina.
Jacob Vestergaard vísti á, at hava suðuroyingar ikki dirvi at sita við sama borð, hendir so onki.
Tað er ikki í innanoyggja í Suðuroy, at suðuroyingar skulu leita eftir sínum kappingarenytum tí teir eru í miðstaðarøkinum, segði Jacob Vestergaard.
Les eisini greinina “Politikarar í Suðuroy fáa 3,6 milliónir í løn og greinina “Høvdu góðan hug at lurta
men ongan hug at spyrja”.