Suðuroyggin roynir aftur

– Vit noyðast at styrkja okkum um liðið komandi ár, uttan so at ein samanlegging endiliga verður gjøgnumførd. Hendir tað, at TB eisini kemur við, áttu vit at klárað okkum við teimum bestu frá báðum feløgunum, sigur Jón Gærdbo, formaður í fótbóltsnevndini hjá VB/Sumba

FÓTBÓLTUR

 

Nú VB/Sumba aftur hevur tryggjað Suðuroynni umboðan í bestu mansdeildini í fótbólti, slepst ikki undan, at tosið um samanlegging av øllum feløgunum í oynni spøkir aftur. Tvey ár eru síðani minniliga kvøldið, har øll fótbóltsfeløgini í oynni høvdu aðalfund sama kvøld, og har øll uttan TB vóru samd um at samstarva.

Bæði í VB/Sumba og Royn var tá ovurstórur meiriluti fyri, at øll Suðuroyggin skuldi samstarva um eitt felagslið, men ein óvanliga væl mannaður aðalfundur í TB tók eina heilt aðra støðu, tí har vóru tveir triðingar ímóti samstarvinum og bara ein triðingur fyri.

Hvat er rættast ella ikki, skulu vit nokk lata suðuroyingar sjálvar finna útav, men veruleikin í 2010 verður so tann, at oyggin bert hevur eitt lið við í bestu deildini, og at tað enn eina ferð er VB/Sumba. TB, sum síðstu ferð var í bestu deildini í 2005, rakk heldur ikki hesa ferð á mál.

 

Vegurin fram

Tá spurt verður, hvussu VB/Sumba komandi kappingarár fer at standa seg í Vodafonedeildini, ásannar formaðurin í fótbóltsnevndini hjá VB/Sumba, at í verandi líki er manningin ikki nóg góð, samstundis sum hann rør framundir, at samanleggingin aftur kemur á skránna.

– Vit noyðast at styrkja okkum um liðið komandi ár, uttan so at ein samanlegging endiliga verður gjøgnumførd. Hendir tað, at TB eisini kemur við, áttu vit at klárað okkum við teimum bestu frá báðum feløgunum, sigur Jón Gærdbo.

– Bara tað, at ein spælari sum Pól Thorsteinsson gevst, krevur styrk, tí hann er ikki hvør sum helst og hevur ótrúliga stóran týdning fyri liðið. Vit hava nógvar góðar spælarar, men sakna teir við royndunum, so vit mugu fáa okkurt slag av styrki, til okkara egnu ungdómsspælarar eru klárir.

Júst ungdómsspælararnir eru kanska størsta mótsøgnin í vantandi samstarvinum millum øll feløgini í Suðuroynni, tí so leingi samstarvað verður um tey yngru, riggar tað í øllum førum væl.

– Vit hava eitt fínt samstarv um ungdómsdeildirnar, har spælarar úr allari oynni hava víst, hvat vit kunnu fáa tað til. Dreingirnir hjá okkum vinna alt, so tí mátti verið lætt hjá øllum at sæð, at júst samstarv er vegurin fram hjá fótbóltinum í Suðuroynni, sigur Jón Gærdbo.