Høgni Hoydal
Tit hava áður í fjølmiðlunum boðað frá einum fyrispurningi til undirritaða og løgmann, um vit høvdu virt eina fólkaatkvøðu í Suðuroy um loysing frá restini av Føroyum.
Spurdur av Sosialinum svaraði eg, at sjálvsagt fóru tit at fáa svar, tá tit skriva til undirritaða. Tað skulu øll hava, sum skriva til landsins myndugleikar. Eg havi tó leitað og ikki funnið nakað skriv frá tykkum, sum er komið til mín í landsstýrinum. Sum eg skilji, hevur fyrispuringurin ikki verið sendur beinleiðis til mín.
Nú havi eg so fingið eitt annað skriv frá tykkum og skal sjálvandi svara so greitt sum gjørligt.
1. Fyrst er at rætta eina misskiljing í skrivi tykkara. Undirritaði tekur fult undir við at byggja Suðuroyarskipið, sum ein verkætlanarbólkur hevur mælt til ? og hóast ymiskt rumbul hevur verið í fjølmiðlunum, so hugsi eg ikki at neyðugt er at leita eftir ósemjum um hetta mál.
2. Spurningurin um loysing og at skipa seg sum eitt sjálvstøðugt ríki er í míni hugsjón beinleiðis grundaður á fólkarættin. Tað merkir, at sambært ST og øðrum altjóða samtyktum, hevur einhvør tjóð rætt til at velja sína egnu stjórnarskipan og harundir at stovna eitt sjálvstøðugt ríki. Ein tjóð er eitt egið fólk við felags, søgu, máli, mentan, politiskum skipanum og virðum. Føroyingar eru serstøk tjóð, vit hava eitt egið land og lúka allar fólkarættarligar treytir fyri at taka fulla ábyrgd av egnum landi og at stovna okkara egna ríki.
3. Suðuroyingar eru føroyingar og ikki ein egin tjóð. Ella vit kundu spurt, hvat vóru føroyingar uttan suðuroyingar? Tí kunnu suðuroyingar ikki fólkarættarliga loysa frá restini av Føroyum ? heldur ikki við eini fólkaatkvøðu. Og tað vildi eg til eina og hvørja tíð stríðst hart ímóti. Uttan Suðuroynna og uttan suðuroyingar hevði føroyska tjóðin og land okkara ikki verið tað, vit eru í dag. Hvørki vinnuliga, mentanarliga, málsliga, politiskt, sosialt og búskaparliga. Tær sjálvstøðugu Føroyar hava brúk fyri, at vit standa saman um allar oyggjar, firðir og sund.
4. At Suðuroyggin er í eini serligari støðu í mun til restina av landinum viðvíkjandi samferðslu, vinnukørmum, útbúgvingarmøguleikum o.ø. er eitt sera álvarsligt mál, sum vit ikki eru ósamd um. Eg eri tó sannførdur um, at hetta verður loyst. Ikki frá degi til dags við at einstakir politikarar ella flokkar lova suðuroyingum eitt og annað. Men við tí áræði og vilja, sum suðuroyingar altíð hava víst, og sum broytir hugsanina hjá øllum landspolitikarum tvørturum floksmørk.
Í teimum frælsu Føroyum er tørvur á eini sterkari og blómandi Suðuroy ? og tað var har suðuri at sjálvbjargnis- og frælsisneistin varð kveiktur fyri allar føroyingar.