Borgarstjórarnir í kommunum í Suðuroy hava sent eitt felagsskriv til landsstýrismannin í samferðslumálum, Johan Dahl. Borgarstjórarnir í Suðuroynni vilja hava Johan Dahl at siga, hvørjar ætlanir eru á samferðsluøkinum. Borgarstjórarnir í kommununum í Suðuroy halda, at tað er rætt og rímiligt, at tey sum ferðast við Strandferðsluni eisini fáa eina príslækking, nú tey sum ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin hava fingið eina príslækking uppá 15 prosent.
Ì tíðindasendingini, sum var á Rás2 klokkan 12 segði borgarstjórin í Vágs Kommunu, Dennis Holm, at 10 prosent av Føroya fólki mugu hava sama ágóða, sum restin av fólkinum.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Dennis Holm.