Økismenning
? Vit skulu ikki hongja okkum so nógv í tær forðingar, sum eru. Vit skulu heldur síggja tær avbjóðingar og teir møguleikar, vit hava.
Orðini eigur nýggi stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn.
Hann tók við stjórastarvinum á nýggjárinum, eftir at stjórin seinastu 19 árini, Mikkjal Sørensen, segði seg úr starvi í fjør.
Og nýggi stjórin ætlar ikki at sita hendur í favn. Tvørturímóti ætlar hann at Suðuroyar Sparikassi skal hava ein virknan leiklut í royndunum at fáa Suðuroynna á føtur aftur.
Hann ásannar, at tað verður ikki heilt lætt at lyfta arvin eftir Mikkjal Sørensen, sum nú er farin frá, tí hann menti Sparikassan ómetaliga nógv.
Men hann dylir kortini ikki fyri, at hansara mál verður at føra sparikassan enn longur framá.
Vit spurdu hann fyrst, hvørjar møguleikar hann metir, at ein lítil peningastovnur, sum Suðuroyar Sparikassi, hevur, nú vit javnan hoyra um peningarstovnar, sum leggja saman fyri at verða størri so at teir kunnu standa seg í kappingini.
? Tað er rætt, at nógvir peningarstovnar leggja saman. Tað eru stovnar, sum stremba høgt og sum vilja gera seg galdandi á altjóða marknaðinum.
? Men tað eru eisini nógvir smáir peningastovnar ymsastaðni og nógvir av teimum ganga ikki so illa, hóast teir eru smáir. Tað eru peningarstovnar, sum meiri og minni liva av tí fólkagrundarlagi, sum er í nærumhvørvinum. Ein lítil peningastovnur sum Suðuroyar Sparikassi, kennir lokalsamfelagið sera væl. Og vit kenna eisini okkara viðskiftafólk sera væl og tí halda vit, at vit fáa givið teimum eina hollari og meiri persónliga ráðgeving.
? Og okkara viðskiftafólk eru eisini vælkomin inn í Sparikassan bara til at práta.
? Sostatt fáa vit givið okkara viðskiftafólki nakað, sum vit ikki halda, at tey fáa aðrastaðni og tað er ein av okkara stóru fyrimunum, sigur Søren Lünell Bruhn.
Men hann leggur so afturat, at av tí at sparikassin ikki er so stórur, hevur hann heldur ikki umstøður til at fíggja stórar verkætlaninr, og tað er tann størsti veikleikin hjá einum lítlum stovni.
Søren Lünell Bruhn sigur, at nú hann hevur tikið við sum stjóri, fer hann at leggja stóran dent á at varðveita og byggja út tað persónliga sambandið við viðskiftafólkini, sum undanfarni stjórin legði lunnar undir.
? Men so fari eg eisini at royna at gera Suðuroyar Sparikassa sjónligari. Eg vil fegin hava, at Suðuroyar Sparikassi, sum onkur norðanfjørðs hevur kallað eina lítla bankakiosk, gerst sjónligari í samfelagnum, so at enn fleiri taka sparikassan til sín.
Hvussu hann ætlar at gera tað, vil hann ikki siga so nógv um enn.
? Men vit hava ymsar ætlanir, sum ikki eru royndar í Føroyum fyrr, men enn fái eg ikki sagt, hvat tað er.
Samstundis arbeiðir Sparikassin við møguleikanum at lata onkra deild upp afturat, men tað er ikki avgjørt enn.
Vakstrarhús í Suðuroy
Søren Lunell Bruhn ásannar, at Suðuroyggin stendur fyri stórum avbjóðingum í royndunum at fáa bilbukt við tí stóra arbeiðsloysi sum er og fyri at fáa gongd aftur í vinnulívið.
Og í hesum sambandi ætlar hann, at Suðuroyar Sparikassi skal hava ein virknan leiklut.
? Eitt er, at vit kunnu fíggjar ymsar vinnulívsætlanir. Men tess størri undirtøku, Sparikassin hevur ímillum fólk, tess betri verður hann førur fyri at fíggja vinnulív.
? Jú fleiri suðuroyingar ið stuðla Sparikassanum, tess meiri peningur verður at arbeiða við til frama fyri vinnulívið og privatu viðskiftafólkini. Brúka suðuroyingar tann lokala peningastovnin, verður peningurin verandi í oynni, heldur enn at verða sendur norðureftir.
Men Suðuroyar Sparikassi hevur eisini stovnað íløgufelagið Kveiking, ið eftir ætlan skal kunna seta meiri vágafúsan pening í burðardyggar vinnulívsætlanir.
Men stjórin í Sparikassanum hevur eisini ítøkiligar ætlanir um at virka fyri, at seta vakstrarhús á stovn í Suðuroy.
Her er talan um vakstrarhús í yvirførdum týdningi og hann greiðir frá:
? Suðuroyingar hava brúk fyri einum staði, har teir kunnu venda sær við hugskotum um vinnuligar ætlanir.
? Vit hava nógvir suðuroyingar við ymsum dygdum. Vit hava granskingardepil, vit hava fólk við skili fyri fígging, vit hava fólk við vinnuligum royndum, vit hava peningastovnar og í miðnámssskúlanum hava vit verkfrøðingar, lívfrøðingar, o.s.fr.
? Eg kundi hugsa sær, at vit gjørt eitt slag av eini miðstøð, har vit savnaðu allar góðar kreftir í Suðuroy, sum fólk, við góðum hugskotum kundu vent sær til.
? Serfrøðingarnir av ymsum slagi kundu so hjálpt til við vitan, hugskotum og leiðbeiningum um, hvussu viðkomandi kemur víðari við sínum hugskotum.
? Hevði tað so borið til at fingið Menningarstovuna til Suðuroyar einar tvær ferðir um mánaðin, hevði tað avgjørt bara verið ein fyrimunur.
Søren Lünell Bruhn sigur, at hetta kundi fingið nógv hugskot til at borið ávøkst og til at sæst aftur í ítøkiligum vinnuætlanum.
Hann heldur eisini, at Suðuroyar Syðra Vinnuráð eigur at verða umskipað.
? Eg fari at virka fyri, at vit fáa eitt vinnuráð fyri alla Suðuroyn og sum kann tala fyri alla oynna og ikki bara fyri syðru helvt ella norðarðu helvt.
?Hevði øll oyggin verðið savnað í einum slíkum vinnuráðið, hevði tað givið sjónarmiðjunum hjá ráðnum eina heilt aðra tyngd enn tað hevur, nú tað bara umboðar ein part í oynni.
Skulu hugsa meiri um møguleikarnar
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa ásannar, at vinnan í Suðuroy hevur stórar trupulleikar í løtuni. Men hann heldur, at vit hava lyndi til at stara okkum blind uppá tær forðingar sum eru fyri at menna vinnulívið.
? Seinastu tíðina hevur tað gingið illa. Men hetta verður sum ein ónd ringrás, har tað tykist sum um at vit bara síggja forðingarnar og ikki tær avbjóðingar vit standa fyri og teir møguleikar, vit hava.
?Men tað verður neyðugt at bróta hesa óndu ringrásina. Ístaðin fyri at síggja forðingarnar, eiga vit at hugsa nógv meiri um teir møguleikar, vit hava fyri at menna oynna.
Og Søren Lünell Bruhn heldur, at møguleikarnir fyri at menna Suðuroynna eru ikki so smáir og fáir.
? Umframt onnur skip, hoyrir ein stórur partur av djúpvatnstrolarunum í flotanum til Suðuroynna.
? Vit hava eisini nógv fiskavirki á landi. Vit hava stóra frystigoymslu. Og okkara bestu fiskigrunnar eru beint sunnanfyri Suðuroynna. Og hvaðani úr Føroyum er tað styst niður a marknaðin? Tað er úr Suðuroynni.
? Bera vit okkum rætt at, hava vit sostatt allar fortreytir fyri at skapa vøkstur í Suðuroynni.
Men hann heldur, at tað er eisini ein fortreyt, at vit finna eina skipan so at bátarnir fáast at avreiða til virkini í Suðuroynni.
Søren Lünell Bruhn hevur onkur hugskot um, hvussu tað kann gerast. Men enn eru tey ov lítið fyrireikað til at hann vil siga meiri um tey.
? Mítt mál er at gera Suðuroynna til eina framleiðsluoyggj. Vit hava allar fortreytir fyri at gera Suðuroynna til Føroya framleiðsluoyggj nummar eitt. Tað er bara at leggja til brots og at fara til verka.
? Tað skal verða Suðuroynna, sum skipini sigla til við fiskinum at avreiða og tað skal verða Suðuroy, sum skipini sigla frá við fiskinum niður á marknaðin.
? Vit skulu bara savna allar tær góðu kreftirnar, sum eru í oynni. Vit mugu øll somul seta okkum niður í felag og tosa um møguleikarnar og syrgja fyri, at tað endar við ítøkiligum tiltøkum.
Og stjórin í Sparikassanum ætlar at hava ein virknan leiklut í royndunum at samskipa og fyrireika tað arbeiðið, sum skal til.
? Eydnast hetta, so tað nokk fara at ganga framá aftur í Suðuroy, tað eri eg heilt vísur í, sigur nýggi stjórin í Suðuroyar Sparikassa.
? Fyri nøkrum árum síðani var Suðuroy feskfiskaoyggj nummar eitt í Føroyum. Og tað kunnu vit verða aftur, sigur Søren Lünell Bruhn.
Men hann ivast ikki í, at tað vánaliga flutningssambandið ímillum Suðuroynna og umheimin er ein orsøk til trupulleikarnar hjá vinnulívinum í Suðuroynni.
? Tað mesta skal til Havnar fyrst og tað er ein trupulleiki.Vit hava allar hentleikar og vit eru nærmast við marknaðin. Tað logiska hevði verið at flutt alt norðaneftir til Suðuroyar og so varð tað ført hiðani og niður á marknaðin.
? Tí heldur hann, at ein beinleiðis ruta ímillum Suðuroynna og Skotland, er neyðugt.
Hinvegin er hann sannførdur um, at framgongdin hjá Suðuroynni skal byggja á eitt burðardygt vinnulív á privatum grundarlagi.
? Eg trugvi ikki upp á eitt alment stýrt vinnulív. Tíðin, eg arbeiddi í danska kappingarráðnum sannførdi meg um, at almenn stýring av vinnulívinum er ikki serliga heppin.
Kortini heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið meiri vágafúsan pening í Suðuroynna.
? Tí hevði ein Suðuroyargrunnur kanska verið ein fyrimunur. Men tað skal vera við størsta varsemi, tí tað er ikki altíð, at almennir grunnar eru so hepnir. Tað hava vit royndir av. Eitt nú leggur tað stórt trýst á politikarar at fáa teir at ávirka virksemið hjá grunninum. Tað er óheppið og kann vera ein forðing fyri at grunnurin verður rikin á vinnuligum grundarlagi burturav.
? Ein annar máti kundi verið at gjørt tað lokkandi hjá vinnulívsfólki norðanfjørðs at gjørt íløgur í Suðuroynni. Men ein grunnur hevði kanska verið tann skjótasta loysnin, heldur hann.
Men hann heldur eisini, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið størri fjølbroytni í vinnulívið í Suðuroy.
Tí heldur hann eisini, at tað kann vera rætt at flyta almenn arbeiðspláss suður.
-? Tað kundi givið ein ávísan tryggleika. Men tað, sum hevur nógv størstan týdning, er at fáa gongd á vinnulívið aftur, tí tann ófaklærda arbeiðsmegin er stór, so tað er stórt trot á vanligum arbeiðsplássum. Tað verða ikki almenn arbeiðspláss, sum koma at seta gongd á Suðuroynna aftur.
? Hinvegin átti tað ikki at verið óhugsandi hjá vinnulívsfólki norðaneftir at sett seg niður í Suðuroy, her húsaleiðan er helvtina av tí, hon er í Havn.
? Eitt nú skuldi ikki nakað verið í vegin fyri at KT- virki settu seg niður í Suðuroy. Í hesum sambandi heldur hann, at Fróðskaparsetrið kundi umhugsa at lagt KT- deildina í Suðuroy.
? Vit hava brúk fyri fjølbroytni í vinnulívinum, sigur Søren Lünell Brun.
Neyðugt at samansjóða Suðuroynna
Longur frammi í greinini vísir tú á, at at tú fer at virka fyri, at Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru helvt, verður gjørt til eitt vinnuráð fyri alla oynna. Heldur tú at tað er neyðugt at samansjóða oynna á øðrum økjum eisini?
? Eg haldi ikki at tað er heppið við teirri spjaðing, sum er. Hinvegin haldi eg at ein samansjóðað Suðuroy hevði staðið nógv sterkari úteftir og tað hava vit brúk fyri.
? Eru vit í tveimum, tosa vit ikki við einari rødd og tað er eitt afturstig fyri Suðuroynna. Í syðru helvt tosað tey útfrá tí, sum tænir Vági best og í norðarðu helvt verður tosað útfrá tí,sum tænir Tvøroyri best og tað er ein stórur vansi.
Søren Lünell Bruhn vísir til, hvussu sterk summi øki norðanfyri eru afturímóti Suðuroynni. Eitt nú heldur hann, at Norðoyggjar áttu at verið ein fyrimynd hjá suðuroyingum og eittdømi um, hvussu nógv meiri fæst á skafti, tá ið øll lyfta í felag heldur enn tá ið vit draga hvør sína línu.
Skuldi øll Suðuroyggin verið ein kommuna?
? Eg eri ikki politikari og eg veit, at hetta er eitt kensluborið evni. Men eg haldi, at vit eiga at seta okkum sum mál at gera alla oynna til eina kommunu, tí eg eri sannførdur um, at tað hevði verið ein fyrimunur.
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa tekur fult undir við uppskotinum um, at fyrsta stigið átti at verið, at allar kommunurnar í oynni seta ein bólk av serfrøðingum at lýsa fyrimunir og vansar við samanlegging á einum fakligum grundarlagi.
? Samstundis kundu hesir serfrøðingar stungið út í kortið, hvussu ein Suðuroy við einari kommunu kundi verið skipað og, hvørjir hentleikar kunnu verða hvar og hvørjar tænastur kunnu vera hvar.
? Tað er eitt arbeiðið, sum kommunurnar kundu fíggja í felag, tí verður eitt slíkt arbeiðið gjørt, vita allir suðuroyingar, hvat vit tosa um, tá ið vit tosa um samanlegging og so hava vit nakað ítøkiligt at viðgerða málið víðari útfrá
Sjálvir ivast hann ikki í, at úrslitið av eini slíkari kanning hevði verið talað fyri, at øll oyggin skal vera ein kommuna.
Sum dømi nevnir hann ætlanina er at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita, eitt nú barnaforsorg.
? Eitt einasta barn við atferðartrupulleikum kann kosta upp ímóti einari millión um árið. Tekur bara ein slíkur tilburður seg upp í eini lítlari kommunu, kann hon enda í fíggjarligum óføri, tí hon hevur ongan møguleika at klára eina slíka útreiðslu.
? Hetta er eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er at samansjóða oynna. Við eini samansjóðaðari oyggj, hevði tað heldur ikki verið neyðugt at havt allar hentleikar í øllum kommununum, tí so hevði tað ligið nógv betri fyri at fingið fulla nyttu av teimum útbyggingum, sum eru í teimum ymsu bygdunum.
Hvat heldur tú so um hitt stóra kjakevnið í Suðuroynni og tað er ætlanin at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin?
? Er ætlanin at gera ein rættiligan skúladepil í Hovi við fleiri útbúgvingum, kann hann skilja tankan, tí tað kundi drigið útbúna arbeiðsmegi til oynna. Men er talan bara um at flyta ein miðnámsskúla til Hovs, dugi eg ikki at síggja, at tað er nakar fyrimunur. Skal tað verða nakar fyrimunur, skal miðdepilin hava eina ávísa stødd við nógvum útbúgvingum.
? Og tað skal helst ikki verða so, at tað verður ein spøkilsisbýlingur, sum liggur steindeyður klokkan trý hvønn dag.
?Tá ið Hovstunnilin er gjørdur, er Suðuroyggin altso ikki serliga stór, so frástøðan ímillum tær ymsu bygdirnar kann ikki vera ein trupulleiki. Fyri tað kunnu ymsir hentleikar verða ymsastaðni í oynni.
Søren Lünell Bruhn heldur enntá, at øll fótbóltsfeløgini í oynni áttu at sligið seg saman í eitt Oyggjarfelag, so at vit høvdu eitt lið í 1. deild og hetta liðið skuldi havt sum sítt greiða mál at verið ímillum tey trý bestu liðini í Føroyum.
? Yvirhøvur eina vit at gera, tað, vit kunnu fyri at samansjóða alla oynna í eina eind á øllum økjum.
? Eg veit at hetta er eitt kensluborið evni í Suðuroy, men tað er neyðugt, at vit hugsa sum suðuroyingar og ikki sum tvørafólk ella vágbingar.
? Suðuroyingar skulu ikki kappast sínamillum. Teir skulu standa saman og venda kappingini ímóti miðstaðarøkinum, sigur Søren Lünell Bruhn.
Endaði í Føroyum av tilvild
Hóast nýggi stjórin í Suðuroyar Sparikassa er ungur, hevur hann ikki sørt av royndum.
Søren Lünell Bruhn er 30 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Struer í Danmark, har hann tók studentsprógv í 1993.
Hann varð cand. polit við Keypmannarhavnar Universitet í 2000. Síðan hevur hann á Robert Gordon Universetinum í Aberdeen tikið eina útbúgving í leiðslu sum nevnist "Master of Manegment".
Tað var ikki ætlanin, at hann skuldi enda í Føroyum, tí hann tað, sum hann hevði sæð fyri sær, var, at hann skuldi liva og virka í Danmark.
Men tann søgan um, hvussu hann endaði í Føroyum, er tann klassiska: Hann møtti eini gentu av Tvøroyri, sum vildi sleppa heimaftur at búgva og so fylgdi hann við.
? Men her er gott at búgva, so tað havi eg ikki angra eina einastu løtu, sigur hann.
Søren Lünell Bruhn hevur góðar royndir í sínum yrki sum búskaparfrøðingur og hóast hann er dani, er hann vælkendur við føroysk viðurskifti.
Hann hevur verið fulltrúi bæði í danska og í føroyaska fíggjarmálaráðnum, og harafturat hevur hann arbeitt eitt skifti í danska Kappingarráðnum.
Í 2003 varð hann fíggjarleiðari á Almannastovuni í Føroyum.
Søren Lünell Bruhn býr á Tvøroyri, haðani konan, Rudi Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingur, er.
Saman eiga tey ein hálvttriðja ára gamlan son, sum eitur Jens Erik eftir abbanum, men í mai verða tey foreldur fyri aðru ferð.
Søren Lünell Bruhn byrjaði í Suðuroyar Sparikassa 1. desember í fjør, har hann tann fyrsta mánaðin arbeiddu saman við stóranum sum var, Mikkjali Sørensen.
Men 1. januar tók hann við sum stjóri og samstundis fór Mikkjal Sørensen úr starvi, eftir at hann segði upp í heyst.