Suðuroyarliðið manglar framvegis venjara

Atli Eðvaldsson verður ikki venjari hjá samanlagda suðuroyarliðnum kortini

Síðani tað gjørdist greitt, at TB, FC Suðuroy og Royn leggja saman í eitt felags suðuroyarlið hevur samanlagda felagið, sum í fyrstu syftu skal eita TB/FC Suðuroy/Royn, manglað venjara. Í farnu viku var tó líkt til, at suðuroyarliðið fór at fáa sín venjara, tá ið íslendski Atli Eðvaldsson kom til landið at kanna umstøðurnar og samráðast um at yvirtaka venjarasessin hjá nýggja Effodeildarliðnum. Men tað verður ikki hann, ið verður venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn.

 

Tað váttar Poul Erik Smedemark, formaður í TB,  fyri in.fo.

 

- Eg kann vátta, at Atli Eðvaldsson verður ikki venjari hjá okkum. Vit vita ikki, hví hann hevur tikið hesa avgerðina, og eg kann ikki siga meira enn tað, at støðan er ring beint nú. Vit hava tó nakrar aðrar venjarar, ið vit nú ætla at tosa við, sigur Poul Erik Smedemark.

 

Atli Eðvaldsson er nú tann næsti útlendski venjarin, ið velur venjaraavbjóðingina í Suðuroynni frá. Suðuroyarliðið var eisini í samráðingum við svenska Roger Franzen um nýggjárstíð, men hann vendi á flogvøllinum á veg til Føroya.