Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi ætlar ikki at lata fimmtiára føðingardagin hjá sjúkrahúsinum fara aftur við borðinum ómerktan.
Mánadagin, sjálvan 50 ára dagin, verða øll starvsfólkini boðin til morgunmatar og seinni um dagin til døgurða.
Sjálv veitslan í samband við, at fimmti ár eru liðin, síðani sjúkrahúsið varð tikið í nýtslu, verður fyri innbodnum í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Ronnie Midjord, umsjónarmaður, sigur, at um 200 fólk verða á veitsluni. Umframt starvsfólkið, eru allir politikarar, sum hoyra til oynna bodnir við, umframt løgmann og landsstýrismennirnar í Heilsu - og Trivnaðarmálum.
Sosialurin hevur vent sær til Astrid Tummasarson, sjúkrasystir, sum enn starvast á sjúkrahúsinum. Hon fór fyrstu ferð fór í starv sum gongsgenta, bert 16 ára gomul.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógv er broytt
Tann 20. januar 1953, stóð Astrid, sum tá var 10 ára gomul og hugdi at, meðan sjúklingar, innbúgv og tól vórðu flutt frá gamla sjúkrahúsinum í nýbygda byngningin beint omanfyri.
Tað var jú ein stórhending í eini so lítlari bygd sum Tvøroyri, at eitt nýtt sjúkrahús varð bygt, sum enntá segðist at vera tað besta í Evropa.
Tá sjúrkahúsið lat upp vóru 26 seingjarpláss. Tá vórðu ikki somu krøv sett til umstøðurnar, sum í dag, og á fleiri stovum lógu 5 sjúklingar saman.
Hóast sjúkrahúsið í dag er útbygt, eru bert 30 seingjarpláss; tað sigur ikki so lítið um, hvussu nógv betur umstøðurnar eru, bæði hjá sjúklingum og starvsfólki.
Fyrsti læknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, var danin, Bisgaard Frandsen, men longu í apríl sama ár byrjaði Eivind Rubek Nielsen , sum var føroyingur, í starvi á sjúkrahúsinum.
Tað kundi verið mangt áhugavert at skriva um í samband við ein slíkan merkisdag, men skal alt takast við, verður ikki pláss fyri tí her.
Sosialurin ynskir starvsfólkunum á sjúkrahúsinum - og øllum suðuroyingum tillukku við 50 ára merkisdegnum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi.