Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at OL verður í Suðuramerika og Rio varð frammanundan mettur sum ein av favorittunum at fáa Olympisku leikirnir í 2016.
Og rómurin var øgiligur á teimum mongu brasilianarunum, kendum sum ókendum, sum vóru savnaðir í danska høvuðsstaðnum við forsetanum og sjálvum Pelé á odda, og øllum teimum, sum vóru savnað á torgum og plássum í Rio og í øðrum bygdum og býum í tí velduga suðuramerikanska landinum.
Hinvegin var amerikanski býurin, Chicago, mettur sum tann størsti favoritturin, serliga eftir at amerikansku forsetahjúnini løgdu leiðina framfyri í Keypmannahavn at føra valstríð til frama fyri heimbýi teirra.
Tí var tað heilt óvæntað, at Chicago fekk fægst atkvøður av øllum og var sostatt fyrsti býurin, sum reyk úr kappingini.
Ongin býur fekk yvir 50% av atkvøðunum og tí var neyðugt við einari atkvøðugreiðslu afturat.
Tá fekk heldur ongin býur 50% av atkvøðunum, men Tokyo fekk fægst atkvøður og var sostatt annar býurin at detta burtur av.
Sostatt stóð kappingin at enda ímillum Rio og Madrid.
Og tá ið avtornaði var tað suðuramerikanski stórbýurin, sum fór avstað við heiðrinum.
Serliga dátt kom tað við, at Chicago skuldi detta burtur ímillum longu í fyrsta umfari.
Í Chicago høvdu tey annars gjørt seg til ta stóru OL veitsluna í kvøld og stór mannamúgva varð savnað frammanfyri stórskíggja á einum torgi í Chicago og eisini um alt USA, fyri ikki at tala um tey, sum vóru savnað ymsastaðni í Keypmannahavn. Men mannfjøldin varð sum runnin í stein, tá ið tey fingu óvæntaðu tíðindini, at teirra róður var rógvin.
Tíðindamaðurin hjá DR í Chicago sigur, at hetta er rætt og slætt ein eyðmýking av USA og ikki minst er hetta ein eyðmýking av Barack Obama, sum legði nógvar kreftir í at fáa OL til USA.
Nú kann hann vænta harðar atfinningar fyri at vera farin í USA í hesumkrepputíðum ístaðin fyri at vera heima og taka sær av átrokandi málum sum krígnum í Irak og sosiala reforminum, hann leggur so stóran dent á fáa settan í verk í USA.
Í spanska høvuðsstaðnum er vónbrotið stórt, tí hetta er aðru ferð á rað, at tey taka kappingina um at fáa OL. Madrid royndi eisini eftir OL í 2012, men tá taptu tey til London.