Suðringar fáa skjalasavn

Nú fær Suðuroyggin eisini eitt skjalasavn. Tvøroyrar kommuna er farið undir at gera eina goymsu til skjøl eftir mannagongdum settum av Søvnum Landsins. Tað er Suðurrás, sum ber hesi tíðindini.

 

Leingi hevur verið tosað um at savna saman skrivligt keldutilfar úr Suðuroynni, og ein roynd varð gjørd at savna saman alt tilfar í skúlanum í Hovi, men henda ætlan datt tíverri niðurfyri.

 

Eisini hava bygdasøvnini, gjøgnum blaðútgávuna Slóðin, at varpa ljós á søguliga tilfarið í oynni, men fyribils hevur tað ikki eydnast at hava nakra skipaða og samlaða varðveitslu av keldutilfari tókt til víðari gransking og annað.

 

Tvøroyrar kommuna hevur tí gjørt av at skapa nakrir karmar, ið hýsa søguligt keldutilfar,  ið kann birta uppundir  granskingaráhuga,  sum er við til at kortleggja ikki bert nýggjari søgu um Tvøroyri, men eisini fara aftur til búsetingina kring fjørðin, skrivar Chris Jan Michelsen fyri Suðurrás.

 

Sambært Suðuroyarportalinum er arbeiðið at gera sjálva goymsluna byrjað, og í fyrstu atløgu verður hugsað um goymslu av skjølum eftir mannagongdum settar av Søvn Landsins. Lesirúm/stova verður knýtt at savninum,  tá gongd er komin á.

 

Skjalasavnið kemur at virka í gamla ísvirkisbygninginum har  havnarskrivstovan og tónleikaradeildin hjá Pakkhús 4 halda til