Styttri til brotsspørkini

Tað er eitt grundleggjandi prinsipp í dómaraspurningum, at ivin altíð skal koma áleypandi liðnum til góða.
Hetta prinsipp hevur nú viðført, at danir ? og harvið eisini føroyingar ? hava gjørt leiðina hjá áleyparum til brotsspark styttri.
Áður hevur tað í øllum førum verið so, at beinleiðis fríspark skal takast á »kontaktstaðnum«. T.v.s. at um verjuleikari byrjar at toga í áleypara, áðrenn hesin er komin inn í brotsteigin, skal beinleiðis fríspark dømast, har verjuleikarin togaði fyrstu ferð. Líkamikið um mótspælarin hevur vunnið seg inn í brotsteigin, áðrenn bríkslað verður.
Í nýggju ásetingunum hjá DBU verður sum ískoyti til regluna um »kontakstaðið« sagt: »Um verjuleikari heldur einum álopsspælara, og kontaktstaðið er uttan fyri brotsteigin, men har brotið heldur fram inn í brotsteigin, skal brotsspark dømast«.
Í viðmerking verður sagt, at tað at halda mótleikara er einasta brotið á fótbóltsreglurnar, sum kann fevna um eitt langt strekki á vøllinum. Og at tað ikki er rætt og rímiligt, at verjuleikarin skal sleppa bíligari, bara tí hann byrjaði at halda uttan fyri brotsteigin.