Styrkja seg til ólavsøku

Av politistøðini í Havn verður sagt, at tey styrkja seg til ólavsøku. Bæði við fólki og longri vaktum

 

Løgreglutíðindi

Fleiri løgreglufólk verða til arbeiðis í Havn um ólavsøkuna, enn tey eru vanligar dagar.

Tað er tó einki øðrvísi, enn gjørt hevur verið ár um ár, at tað koma fleiri løgreglufólk aðrastaðni úr landinum til Havnar at arbeiða á ólavsøku.

Men eisini onkrar innhýsis broytingar verða um ólavsøkuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Vaktirnar verða longdar úr átta tímum upp í tólv tímar, sigur hann. Tað fer at geva møguleikar fyri betri eftirliti.

Løgreglan í Havn er ikki nóg væl mannað til at klára ólavsøkuna einsamøll, og tí verður fólk boðsent aðrastaðni frá eisini. Eitt nú úr Klaksvík fara eini trý fólk til Havnar á ólavsøku, upplýsir sýslumaðurin í Norðoyum.

Vakthavandi í Havn sigur, at tað í stóran mun er fult fólk, sum setir dám á teirra arbeiðsdag um ólavsøkuna.

Nógv er at skála fyri, og fleiri fløskur verða tømdar longu undir kappróðrinum, sigur hann. So hjá summum verður ólavsøkan ikki serliga long.

Tað velst eisini ein heilan hóp um veðrið, hvussu arbeitt verður á ólavsøku. Er gott veður, verða ikki øll, sum fráboðan er komin um, tikin inn á støðina. Men er veðrið ikki til vildar, kann gerast trupult at fáa einakamar her yviri, sigur vakthavandi.

Hann leggur dent á, at løgreglan hyggur til øll, sum fráboðan kemur um. So verður mett í hvørjum einstøkum føri, um ráðiligt er at lata viðkomandi verða liggjandi.

Men tað verður altíð hugt aftur til ein slíkn persón. Og ofta vísir tað seg, tá løgreglufólkini koma aftur, at hann ella hon er farin. Annaðhvørt av sær sjálvum, ella tí at onkur hevur hjálpt teimum aftur á føtur.

Sagt verður av politistøðini í Havn, at løgreglan fer at vísa seg sum mest millum fólk á ólavsøku.