Síðan málið um 5 ára gamla Petur kom undan kavi í Sjónvarpi Føroya fyri nøkrum mánaðum síðan, er trýstið á landsstýrismannin, Hans Paula Strøm, alsamt økt um at fáa ein haldgóða skipan til smábørn við atferðartrupulleikum.
-Vit hava í dag stovnstilboð til atferðartrupul fólk í øllum aldri, uttan til smábørn. Tað má ikki koma fyri, at vit verða noydd at senda fólk av landinum, tí vit ikki hava nakað stovnstilboð til tey í Føroyum og hetta ætli eg mær avgjørt at gera nakað við, sigur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at málið er fáa eitt haldgott stovnstilboð til atferðartrupul børn, men hetta tekur drúgva fyrireikingartíð.
-Embætisfólkini í ráðinum hava seinastu tíðina kanna, hvørji tilboð kunnu veitast atferðartruplum børnum. Tey eru komin eftir, at vit í fyrstu atløgu eiga vit at bjóða eina styrkta fosturforeldraskipan, áðrenn vit eru klár at bjóða eitt stovnstilboð til atferðartrupul børn, sigur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at fosturforeldraskipanin verður styrkt við fleiri fakfólkum, sum fosturforeldrini at atferðartruplum børnum kunnu dúva upp á.









