Team Klaksvík vann fyrsta dystin í bólkaspælinum í steypakappingini, tá teir bastu Neistanum. Nýggjur málverji hevur styrkt um liðið, og tí er vónin, at teir eisini kunnu bíta frá sær, nú KÍF vitjar.
Lætt verður tað tó ikki. Kollfirðingar skúgvaðu alla mótstøðu til viks í fjør, og í ár tykjast teir halda fram í somu øði.
Ein annar dystur verður eisini í bólki 1, tá H71 tekur ímóti Neistanum. Tey bæði liðini taptu bæði í fyrsta umfarinum, og tí er kravið í kvøld ein sigur, um tey vilja halda fast í vónini um pláss í hálvfinaluni.
Í Klaksvík byrjar dysturin klokkan 19.30. Í Hoyvík er fyrsta bríkslið klokkan 20.00.









