Hans Albert Hansen, Hoyvík
Førdi politikkurin í 80´unum kollsigldi landið. Vit eru væl á veg at gera tað sama í dag, um vit ikki steðga á og fara at reka ein rationellan politikk, har miðstaðarøkið verður styrkt heldur enn at verða gjørt veikari.
Ágangurin á miðstaðarøkið er alsamt vaksandi, og sýnist tað sum, at Havnin ongan góðan eigur. Í 80’unum kallaðist tað bygdamenning. Í dag hevur “rættvísisbrandurin” fingið annað navn; nevniliga útjaðaramenning. Landsstýrismaðurin við innlendismálum amputeraði Strandferðsluna fyri vikum síðani fyri at leggja hana í Suðuroy, og eingin gretti eitt orð um tað. Tað líkist ongum. Hvussu kann samgongan góðtaka, at ein landsstyrismaðurin sigur starvsfólkunum úr starvi á Strandferðsluni, fyri at geva øðrum starvið uttan nakra haldgóða grundgeving?
Samstundis virkar hann beint ímóti samgonguskjalinum, har tað klárt stendur, at samgongan vil kanna møguleikan fyri at nýggir stovnar verða lagdir út um landið, og ikki eitt orð um, at man vil flyta verandi stovnar. Mær vitandi er Strandferðslan ikki ein nýggjur stovnur. Loyva vit hesum, er ikki ilt at ímynda sær, hvat næsti leikur verður. Tí har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Hugsandi er, at aðrir landsstyrismenn fara at reka sama lokalpolitik fyri almennar pengar og tveita ráð og stovnar út um alt landið, alt eftir hvar landsstýrismaðurin hevur sínar veljarar. Sostatt kunnu ráð og stovnar flyta rundt í landinum, hvørja ferð nýggir landstyrismenn koma til. Tað verður ein skrúva uttan enda.
Vit hava sanniliga annað at brúka skattgjaldarans pening til. Tað má verða uppgávan hjá teimum, ið varða av teimum ymsu ráðunum og stovnunum at skipa hesi so væl, rationelt og brúkaravinarligt sum gjørligt og at skapa eitt so gott og trygt arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólkunum sum til ber. Ein afturvendandi trupulleiki er stóra útskiftingin av starvsfólkum á almennu stovnunum, sum eftir fá ár í umsitingini leita sær út á privata arbeiðsmarknaðin. Einki løgið í tí, tá stovnarnir eru fyri áhaldandi bygnaðarbroytingum og flytan av stovnum út um landið. Eitt gott dømi um hetta er Toll- og Skatt, sum í løtuni liggur í andaleypi m. a. av somu orsøk.
Nú landið seinastu árini hevur havt stóra búskaparliga framgongd, sýnist tað sum euforiin hevur tikið yvirhond, og at alt letur seg gera. Tað er sjálvandi lætt at hoppa upp á vognin og lova í eyst og vest. Men vit mugu ikki gloyma, at fruminntøkurnar hjá landinum stórt sæð einans stava frá fiskivinnuni og blokkstuðlinum. Trupulleikin við hesum er, at fiskurin hevur stert og svimur haðar hann vil, meðan allir flokkar á tingi uttan ein, nú alment hava sagt seg vilja sleppa av við blokkin. Orsakað av lítlu støddini, Føroyar nú einaferð hava, krevst meiri av okkum at reka samfelagið so rationelt sum gjørligt. Ein nátturlig avleiðing er, at vit mugu miðja ímóti at miðsavna heldur enn at spjaða almennu stovnarnar, har vit fáa ein fyrimun av hesum.
Eitt sterkt miðstaðarøki er ein fortreyt fyri búskaparvøkstri og øktari vælferð fyri útjaðaran og alt samfelagið. Fyri at draga okkara útbúnu fólk heim aftur eftir lokna útbúgving, er neyðugt at kunna bjóða áhugaverd arbeiðspláss í miðstaðarøkinum. Tað er ein sannroynd, at fólk helst leita sær til miðstaðarøkini, har virksemið og útboðið av frítíðarvirksemi er stórt. Vit skulu minnast til, at vit kappast við aðrar stórbýir í Evropa um arbeiðsmegina.
Dagsins førdi politikkur virkar at hava sum endamál, at íbúgvarnir á bygd skulu hava somu tilboð og eins góðar tænastur sum fólk í miðstaðarøkinum. Hesin politikkur kann bara enda galið. Vit mugu ásanna, at tað ber ikki til uttan ovurhonds stóran kostnað sum fylgi. Hví kunnu vit ikki lata fólk sjálvi ráða fyri, hvar tey vilja búleikast og góðtaka fylgjurnar av hesum vali. Um ein velur at búgva á bygd, er tað kanska júst fyri at hava ein jarðarteig, kríatúr og fyri at sleppa undan stórbýarresinum, meðan miðstaðarbúgvin dámar “stórbýarlívið”, og tað sum hartil hoyrir. Velur tú at búgva í útjaðaranum, so kann ein ikki vænta at hava somu møguleikar sum í miðstaðarøkinum, eins og miðstaðarbúgvin ikki kann vænta somu fyrimunir sum tann, ið býr á bygd.
Fyri at sleppa undan hesum ódámliga ráki, ið kallast útjaðaramenning og sum í evsta føri kann forkoma bæði miðstaði og útjaðara, er neyðugt at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Tá fáa vit kanska skúgvað lokalu áhugamálini nakað til viks, har atgongumerkið inn um tinggáttina ofta eru lyftir um bátahylar, tunnlar og onkrar hissini vegastubbar.
Nú ljóðar sum at best er at avtofta bygdirnar, men tað var ikki hugsanin. Men tað skal bara vera skil í galskapinum.