Tað sigur Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya, ið heitir á flokkarnar at ásanna, at skulu neyðugu málini røkkast, mugu neyðugu embætisfólkini vera tøk at føra tey út í lívið Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya harmast í skrivi um, at embætisverkið ikki hevur nóg góðar umstøður at virka undir. Hetta kemst serliga av, at samgongan »uttan nakra sakliga grundgeving« gjørdi av at skerja miðfyrisitingina við 10% av starvsfólkunum.
BLF átalaði avgerðina og vísti á avleiðingarnar, men uttan úrslit. Avgerðin setti rættartrygdina hjá føroyska borgaranum í vanda, sigur BLF.
Víðari sigur BLF: Ásannast má, at tað sum byrjaði við eini váðaligari politiskari spariætlan í 2004 nú er vorðið til ein alsamt størri trupulleika at fáa sett skikkaði fólk í størv sum embætisfólk í miðfyrisitingini. BLF hevur fleiri ferðir varpað ljós á trupulleikan, men enn hómast eingin reaktión frá politiska myndugleikanum.
Tað er altavgerandi, at politiska skipanin ásannar, at tað er embætisverkið við sínum serkunnleika innan løgfrøði, samfelagsfrøði og búskaparfrøði, ið skal tryggja m.a. at okkara vælferðarskipanir virka eftir ætlan, at borgarin kann vænta sær sakliga málsviðgerð, at allir borgarar eru líka fyri lógini og fáa somu viðgerð, at vit hava eitt dygdargott lógarverk, og at eftirlit er við landsins fíggjarviðurskiftum.
Yvirhøvur eftirlýsir BLF eina hugburðsbroyting í føroyska samfelagnum. Politiska skipanin má átaka sær ábyrgdina av, at fyrisitingin virkar til fyrimuns fyri borgarin.
At enda heitir BLF á politisku flokkarnar um at viðurkenna týdningarmikla leiklutin hjá føroyska embætisverkinum í politiska arbeiðinum.