Fólkavøksturin í Føroyum er stórur og bústaðaravbjóðingarnar enn størri. Tíbetur eru nógvar kommunur, sum royna at nøkta tørvin við at gera nýggjar útstykkingar.
Seinast í røðini er Vága kommuna, sum nú hevur gjørt eina avtalu við sp/f Desk um at gera 13 grundstykki klár við Olivarsveg í Miðvági.
Tey 13 grundstykkini liggja vestan fyri Skaldaveg í býlinginum norðuri á Heiðum í Miðvági, skrivar Vága kommuna.
Grundstykkini verða 600 til 700 m2 til støddar og verða boðin út eftir grundstykkjalistanum hjá kommununi.